Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá løgtingið kemur saman klokkan 13 í dag kemur uppskotið um at broyta Matstovulógina til 1. viðgerð. Ætlanin við broytingini er at geva landsstýrismanninum heimildir til at stongja mat- og skonkistøð fyrr á kvøldi og eisini at avmarka talið á vitjandi meira enn annars. Endamálið er at minka um vandan fyri at korona virusið spreiðir seg. Ein sonevnd sólsetursáseting er í uppskotinum, sum ger, at broytingin fer úr gildi av sær sjálvum á nýggjárinum.

Til 1. viðgerð kemur eisini uppskotið um broyting í vápalógini. Endamálið við uppskotinum er millum annað at gera tað greitt, at loyvi krevst til útflutning av vápnum, sum eru fevnd av vápnalógini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo