Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Heili 8 tingmál fáa fyrstu viðgerð á tingfundinum sum byrjar klokkan 13.

 

Talan er um lógarmál sum hava tilknýti til sonevnda hjálparpakka 2 frá landsstýrinum í samband við korona sóttina. Millum annað at veita smáum fyritøkum endurgjald fyri fastar útreiðslur, eisini at geva pensjonistum, sum eru virknir á arbeiðsmarknaðinum, lut í hjálpini, og at tippa hol sum gera, at summi í dag kunnu taka ímóti hjálp úr fleiri ymsum stuðulsskipanum.

 

Eisini koma uppskot sum heimila longri freist at lata inn roknskapir. Og eitt uppskot er, sum skal geva landsstýrismanninum heimild at gera broytingar innan royndir og próvtøkur í skúlunum, og um neyðugt eisini at útseta ella avlýsa royndir og próvtøkur. Lógin fer úr gildi aftur 1. oktober.

 

1. viðgerð verður eisini av eykajáttanarlóg fyri apríl, lógin kostar landskassanum 96,5 milliónir krónur, og pengarnir hava allir tilknýti til koronasmittuna. Sagt verður eisini, at tørvur verður á fleiri pengum seinni.

 

Fylg við tingvarpinum her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo