Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum segði í innslagi í kvf í kvøld, at hann ætlaði sær ikki at javnseta samkynd foreldur í barsilsskipanini. Okkum vitandi, er málið ikki umrøtt í flokkinum og kom innslagið tí óvart á okkum.

Próvførslan var, at tað eru so nógv børn sum hava tað torført, tí tey ikki vita hvør pápin er, men við tí próvførsluni skal eingin, eiheldur hinskynd ið hava tað trupult at gerast við barn, fáa hjálp frá einum dulnevndum sáðgeva. Málið snýr seg einans um, at samkynd skulu javnsetast við onnur foreldur í barsilsskipanini; um tað skal vera loyvt at fáa hjálp frá einum dulnevndum sáðgeva er ikki partur av málinum.

Vit í Unga Samband vilja sláa fast, at vit taka IKKI undir við landsstýrismanninum og halda, at samkynd foreldur skulu javnsetast við onnur foreldur.

Videobrotið her vísir eitt brot úr Anglettinum, ið varð tikið upp stutt fyri seinasta løgtingsval, har lovað varð, at sjálvandi skulu tey samkyndu tryggjast frameftir - tit hava lovað tað, tit eiga at halda tað.

Sjálvandi skulu øll foreldur hava somu rættindi; eisini samkynd foreldur!

Nevndin
Unga Samband

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo