Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvat vit skullu hoyra, sambært yvirskriftini, sæst í Matt.24,6. Tað er sonur Guds ið førir orðið, kapt. 24 inniheldur m.a. oyðing Jerusalem og afturkoma hansara. Oyðing Jerusalem fór fram sambært. orði hansara, afturkoman væntar enn, men tankin um hana møðir og troyttar kanska mangan, hóast vit hava yvirflóð av andaligum heilivági ímóti syndasmittuni. Men ongan heilivág enn ímóti corona.

Men beint nú eru vit nokk mong sum kenna trongd og sansar at okkum vegna sjúkuna sum ger um seg ímillum okkum og hevur lagt samfelagið lamið. Óttin trívist væl ímillum okkum og tørvast als ikki fóður, harafturímót kann kanska tað sama ikki sigast um sál okkara.

Somuleiðis hugsi eg mær teir høvdu tað ið spurdu son Guds eftir. Teir høvdu hoyrt minni uppmuntrandi talu hansara og fingu hann á tal einsæris aftaná fyri meira informatíón um hvat og nær, eins og eg og mínir líkar kunnu kenna tað til tíðir.

Jesus segði verið varnir! At ikki ræðsla kemur á tykkum; tí hetta má henda, men ikki er endin enn, segði hann. Frásøgnin umtalar ikki beinleiðis støðuna vit eru í, men at vera varðin fyri ræðsluni er viðkomandi.

Framúrskarandi statsleiðarin Dávid segði og sang: ”Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg”.

Johs.M.Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo