Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Skótahúsið við Løkin var á tremur við fólki, tá journalisturin, rithøvundurin og oyndfirðingurin Jústinus Leivsson Eidesgaard heitti á ung í grækarismessu-røðuni í Runavík, um at vera virknir kjakarar. Tey ungu skulu blanda seg upp í og hava eina meining, ikki bert í nærumhvørvinum, men sanniliga eisini aðra staðni í landinum og uttanfyri landoddarnar eisini. Røða á Grækarismessu í Runavík. 12. mars 2019:

Vit byrja við eitt sindur av totalari hámentan:

Karsten Hoydal yrkti millum annað soleiðis um Jákup Dahl, próst, eftir deyða hansara í 1944:

Men tú, sum arvar dyrkað lendi,
minst til, hvør grønur teigur er
ein ogn, sum lívið í tær eigur,
tað veldst um teg, um bøur ber.

Vit halda Grækarismessu í dag her á hávetri, nú enn er kalt og kavi í fjøllum og hált á vegum. Onkuntíð fyrr, í gomlum døgum, hava okkara forfedrar, sum langt síðan eru farnir undir grønu torvu, hildið Grækarismessu av heilt øðrum ávum enn í dag. Vit eru komin inn í føstuna og í katólskari tíð fastaðu føroyingar í føstuni og teir ótu heldur ikki kjøt. Tað kann ljóða keðiligt, men hevur neyvan havt tann allarfjernasta týdning fyri tey flestu, tí fólk vóru so fátøk, at tey áttu einki kjøt. Tað vóru bara tey mest múgvandi fólkini, bóndahúsini, prestar og embætismenn, sum áttu kjøt í hjallinum, hini máttu nøjast við fisk og grind. Og menniskjan er praktisk ella pragmatisk, føroyingar roknaðu hval sum fisk og tí kundi grind etast í føstu, er mær fortalt. 

Grækarismessa er uppkallað eftir einum rómverskum páva, sum var kallaður Grækaris Annar. Hann var føddur fyri góðum 1500 árum síðani í árinum 540 og doyði í 604. Hann var ein slóðbrótandi gudfrøðingur og broytti ikki sørt halgu skriftina. Eitt nú var tað hansara verk, at tríggjar Mariur í Nýggja Testamenti vóru slerdar saman til eina, sum nú er kend sum tann fyrigivna skøkjan Maria, sum gjørdist Jesu lærusveinur. Og hann er eisini kendur fyri at hava innført cølibat ella kynsligt fráhald innan katólsku kirkjuna, soleiðis at nunnur og prestar ikki høvdu loyvi at hava kynsligt samband við nakran. Tey skuldu liva fráhaldandi. Men illa hevur gingist við hesum, hevur søgan eftirfylgjandi víst. 

Grækarismessan fyri føroyingar hevur í dag ein heilt annan týdning enn ein kirkjuligur halgidagur, grækarismessa hevur ikki meira við andaligheit at gera í dag enn allir aðrir dagar í árinum. 

Og skulu vit leita eftir upprunanum til núverandi grækarismessuna, mugu vit aftur til Kirkjubíggjar og aftur til árið 1871, fyri at finna upprunan. Tá varð Føroya fyrsti miljøaktivistur ella umhvørvisaktivistur, Sverri Patursson, føddur. Tað er honum at takka, at enn er lív í grækarismessuni. Hann skipaði á fyrsta sinni í 1943, ella fyri 76 árum síðani, fyri tjaldursdegi á grækarismessu, har vit kundu minnast, at summarið nærkaðist, tí júst um hesa tíðina eru tjøldrini heim aftur komin, saman við øðrum flytifuglum og tey bera boð um lýggjari og ljósari tíðir. Og hendan siðin halda vit enn.

Sverri Patursson var millum samtíðarmenn roknaður sum ein “heiðursmaður”. Og hann var fullur av visiónum og undran á skapanarverkið. Hann var journalistur og skrivaði nógv um náttúruviðurskiftir og hevði stóran áhuga fyri fugli og serliga okkara heiðafugli, sum tá eisini var roknaður sum matur. Hann gjørdi sítt til at friða fuglin og var upphavsmaður til, at vit fóru at heiðra, at flytifluglarnir vendu aftur til landið. Sjálvur var hann ein flytifuglur, sum hevði ferðast nógv síni ungu ár og var meinkunnigur í Norðurlondum og í Týsklandi. Allastaðni har hann kom, hevði hann pennin við sær, og skrivaði til útlendsk bløð um Føroyar.  

Hann var av kendari familju. Hann var lítlibeiggin hjá Jóannes Patursson, bónda, kenda politikkaranum og skaldinum, og var bróður Helenu Patursson, sum var Føroya fyrsti feministur og bróður til Siggert Patursson, sum gjørdist víðagitin sum uppdagilsisferðandi í Sibiria. 

Og hann var bitin av felagsarbeiðinum hjá ungum í Norðurlondum og í Týsklandi, og hetta gav íblásturin til, at hann stovnaði ungmannafelagið Sólarmagn á Velbastað, sum enn er eitt virkið felag. Hann vildi við hesum felagsarbeiði læra ung at kjakast og at verða virkin í samfelagskjakinum og vísti á, at ung eisini gjørdu mun í samfelagskjakinum, og at tað var ein skylda at seta seg inn í samfelagsviðurskiftir og ikki minst at hava eina meining um tey. Kjakmentanin var í Sverrasa eygum ein hornasteinur í demokratiskari uppaling. Øll skulu læra at kjakast og øll skulu tora at kjakast, skal fólkaræðið hava livilíkindir. 

Vit hoyra onkuntíð vaksin siga við tey yngru: “Sit og tig, meðan vaksin snakka!” Soleiðis hoyrdi eg tað, tá íð eg var ungur og soleiðis hoyrist enn. Ung, sum læra at kjakast frá barni av, gerast betri samfelagsborgarar og tey fáa størri ávirkan.

Uttanfyri ríkisdagin í Stokholm situr í hesum døgum 15 ára gamla Greta Tunberg í skúlaverkfalli. Hon noktar at vera í skúla, tí hon heldur, at umhvørvið og veðurlagsbroytingarnar fylla alt ov lítið í svenska valstríðnum. 15 ára gamla gentan ger mun, og søgan um hana er farin víða um í heimspressuni.  Hon sigur, at ansa vit ikki eftir umhvørvinum, verður ongin framtíð fyri nakran. 

Tað allar týdningarmesta í einum samfelag er at venja fólk til at hava eina meining og siga hana. Ein av mínum góðu vinum, sat í fleiri ár í eini friðingarnevnd. Hann plagdi at koma til mín, tí hann visti, at eg hevði áhuga fyri umhvørvinum. Hann plagdi at spyrja meg, hvat eg helt um ávís mál, tí hann var so bangin fyri at steðga menningini av samfelagnum. Eg plagdi at siga við hann, at oftast eru mál ikki antin ella. Næstan altíð eru mál bæði.

Vit kunnu taka tvey dømir her úr nærumhvørvinum. Skála Skipasmiðja hevur verið eitt stórt arbeiðspláss og kann saktans aftur gerast eitt stórt arbeiðspláss. Ætlanir eru um at inniloka dokkina. Tað verður ein ógvuliga sjónligur bygningur á Skálafjørðinum, helst tann størsti í landinum. Fólk hava brúkt sín demokratiska rætt til at siga sína hugsan um málið og sum eg skilji, er ætlanin nú, at gera nakað listarligt burtur úr hesum stóra bygningi, soleiðis at hann eisini verður ein fagurlistarlig ella estetisk frægd á at líta. Hetta er eitt tekin um, at kjak kann flyta og kann eisini flyta tann góða vegin.

Herfyri var ein borgarafundur í Runavíkar kommunu um komandi miðbýin. Borgararnir tosaðu aftur og fram um, hvussu málið skuldi loysast. Onkur skjeyt út, at man bara kundi fylla alla Runavíkina út, leggja alt undir asfalt og síðan byggja. Tí betur vóru arkitektar komnir upp í leikin og nú fyriliggur ein ætlan við handilsbygningum heilt niður í sjóvarmálan, við umhvørvi og hugna og framvegis verður sjógvur uttanfyri og Runavíkin sleppur so at siga heilt óskalað.

Í áttatiárunum í farnu øld kom ein tónleikabólkur sum eitt snarljós fram í Klaksvík, bólkurin nevndist Frændir og umframt at spæla løg hjá øðrum, gjørdu teir nógv upprunatilfar. Mitt í áttatiárumum var ongin tilvitska um okkara umhvørvi og tað var í hesi tíðini, at øll hesi ljótu grótbrotini sóu dagsins ljós, sum misprýða okkara vakra land. Í sanginum “Kaga upp í himmalin....” ljóðar eina ørindi hjá Steintór Rasmussen soleiðis:

Hvat heldur tú um okkum?
Vit rópa okkum tjóð
á flaggdegi um várarnar,
tá tjøldur setast móð.
Hvar eru tey, sum lovaðu
at lekja tíni sár,
sum misprýða og vanvirða
ár eftir ár eftir ár eftir ár,
hvat heldur tú um føroyingar
Føroyar?

Tað eru nógv sár í náttúruni í dag, sum er úrslit av vitleysari neyðtøku av náttúruni. Tíbetur verða nøkur av hesum sárum grødd aftur. Ì Runavíkar kommunu er stóra grótbrotið í Oyndarfirði nú um at vera tyrvt, og um nakrar mánaðar verður tað ein grønur plettur og eitt prýði fyri umhvørvið. Hetta grótbrotið skar seg niður í lendið, tá íð oyndfirðingar fingu havnina fyrst í áttatiárunum í farnu øld.  Í Syðrugøtu er stóra grótbrotið eisini við at verða fylt og verður aftur ein vakur plettur. Onnur standa enn gapandi, og ber ikki til at fylla tey, tá latið arkitektar fáa okkurt skilagott burtur úr teimum. Tað ber til at byggja í teimum. 

Tá íð eg var smádrongur í Oyndarfirði, vóru ongir skótar. Tað er tað heldur ikki enn. Men eg havi altíð havt tokka til skótarørsluna, eg eri góður við hana, tí hon fer so væl um umhvørvið. Eg minnist at skótar úr Fuglafirði plagdu at vitja í Oyndarfirði og eisini skótar úr Havn. Hetta var áðrenn bygdin fekk vegasamband og lá tí ógvuliga avbyrgd. Vit børnini í bygdini sluppu eisini upp í part og fingu okkurt gott við bálið. Eg legði merki til, tá íð skótarnir fór av aftur bygdini, var alt ruddað, har teir høvdu verið, og tað einasta sum sást, var ein lítil svartur blettur, har bálið hevði verið. Og hesin bletturin var grønur aftur árið eftir. Skótavitjanirnar vóru burðardyggar. 

Vælsignaðu ungu, læri tykkum at hava eina meining. Og læri tykkum at hava eina meining um okkara umhvørvi. Ikki bara í nærumhvørvinum, men eisini um alt landið og út í heim. Blandið tykkum upp í kjakið! Eg búgvi í Havn og á Hellunum. Og tað viðkemur mær, hvat gongur fyri seg í Eysturoynni, í Klaksvík, í Suðri, Í Vágum og á Sandi, ja allastaðni í Føroyum, - og kenni eg á mær, at kapitalurin og myndugleikar sleppa at pína náttúruna og umhvørvið óneyðugt, so tali eg at. Tað eiga tit eisini at gera. Eg blandi meg upp í allastaðni. Verið virkin í samfelagnum, verið vakin, tað er ein skylda, tað er nóg mikið av teimum, sum sova. 

Kendi kilenski yrkjarin og nobelvinnarin Pablo Neruda, 1904-1973, yrkir einastaðni soleiðis:

“Tað er bannað ikki at smílast at trupulleikum, ikki at stríðast fyri tí, ein vil hava, at gevast á hondum av ótta og ikki at gera dreymar til veruleika.”

Kenda indiska andsmenni Babujii Maharaj segði einaferð, at tað hevur týdning, at vit lata heimin aftur frá okkum í eitt sindur betri standi til okkara eftirkomarar, enn tá íð vit trinu inn í hendan heim. 

Gott vár og gott summar og Guds signing øll somul. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo