Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Dagur og Vika hevði í gjár eina longri sending um støðuna hjá Atlansflog.

Støðan hjá felagnum er álvarsom.

Felagið hevur so gott sum ongar inntøkur havt síðan miðjan mars.

Felagið hevur sagt um 100 fólk úr starvi.

Samstundis hevur felagið bygt eitt nýtt hotel, sum skjótt er klárt at taka í nýtslu.

Ein greiningarfyritøka hevur gjørt eina greining av felagnum, sum sigur, at Altansflog kann vænta sær eitt undirskot í ár á 100 milliónir krónur.

Nevndarformaðurin upplýsti í sendingini, at felagið hevði 140 milliónir krónur á bók, tá ið korona-kreppan rakti.

Í tjaksendindingini var tjakast dúliga um framtíðina hjá Atlansflog.

Allir teir politisku flokkarnir á tingi tykjast vilja veita Atlansflog fíggjarligan styrk, um tað skuldi gjørst neyðugt.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, skýrdi samgonguna fyri at hava handlað ov seint.

Christian Andreasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vísti á, at felagið enn ikki hevur biðið landsstýrið um nakra hjálp, og at tað er av stórum týdningi, at felagið fær frið at handla á vinnuligum grundarlagi.

Hesum var Henrik Old, løgtingsmaður Javnaðarfloksins, eisini samdur í.

Høgni Hoydal, sum so gott sum ongantíð var avbrotin, royndi at rógva uppundir, at felagið kanska hevði sloppið undan uppsøgnunum, um hjálpin frá landsstýrinum var komin fyrr.

Tá hann so varð spurdur av Christian Andreasen, hvørji stig landsstýrið skuldi havt tikið, kundi Høgni Hoydal ikki geva nakað ítøkligt svar uppá tað.

Byggingin av Hilton-hotellinum var eisini umrødd.

- Kann landsstýrið veita fíggjarliga hjálp til felagið, nú felagið rekur hotellvinnu í kapping við onnur feløg?

Í innslagnum kom fram, at Atlansflog heftur fyri rakstrinum av hotellinum og gjaldførinum í 5 ár.

Høgni Hoydal og Henrik Old søgdu seg onki vita um hetta.

Christian Andreasen segði, at sjálvandi visti politiska skipanin av, at Atlansflog byggir hotell.

Tað var undir farnu samgongu at hotellbyggingin byrjaði, og Christian Andreasen segði seg vera heilt vísan í, at sjálvandi hevur nevndin í felagnum clearað byggingina við tað landsstýrið sum sat, tá byggingin byrjaði.

Christian Andreasen vísti annars á, at tað ringasta sum kann henda fyri felagið er politisk íblanding í dagliga virksemið felagsins.

- Felagið virkar undir privatum treytum og er í harðari kapping við SAS, sum eisini hevur fingið almennan stuðul frá danska statskassanum.

- Felagið má leggja eina ætlan fyri landsstýrið um, hvussu virksemið verður lagt til rættis, og ikki umvent, segði Christian Andreasen millum annað í sendingini.

Tjaksendingin sæst her ( frá 50:20 )

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo