Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nestorurin í føroyskum útvarpsarbeiði, Jógvan Arge, er aftur komin fram á torg við einari krýniku, hesaferð hini fimtu í røðini. Haldi at til ber at rópa hesa røðina fyri journalistiskar endurminningar.

Jógvan er tann seinasti í tí gomlu garduni á Bryggjubakka, sum framvegis er virkin, og tað var av sonnum eitt valalið av tjóðlaðarum hann starvaðist saman við, har niðri við Vestaruvág í høvuðsborgini: Niels Juel Arge, Ívar Iversen, Lias í Rættará, Finnbogi Ísakson, Árni Absalonsen og Marius Rein. Seinri løgdust fleiri afturat, og sigast kann um stovnin, at var hann ikki komin, høvdu Føroyar verið einar aðrar enn tær eru. Fremsti mentanarstovnur landsins, í hvussu er tann av øllum, sum ávirkar føroyingin alra mest - sólarringin á tamb.

Havi sjáldan verið so rúnarbundin, sum táið eg las bókina „The Rise and Fall of the Third Reich“ sum amerikanarin William L. Shirer hevur skrivað. Eg kendi ikki mannin, tí ivaðist eg mangan í sannleikavirðinum, maðurin var ikki søgufrøðingur, men journalistur. Hinvegin, hann var har, táið tað hendi, tí var hann fyrstahondsvitni til tað mesta. Uttan at samanbera Shirer og Arge, so hava teir tað til felags, at teir báðir eru journalistar, duga at skriva, og so vóru teir á „hermótinum“, táið tað hendi.

Tað mesta í bókini er frá høvundans stjørnutíð sum tíðindamaður, og tað hendi eitt og hvørt í sjeytiárunum. Táið peningurin var uppi frá stríðsárunum rendu Føroyar seg í tann harða sosiala kampin í fimtiárunum. Erlendur Patursson var primus inter pares hjá føroyskum fiskimonnum og indiskutabul oddviti hjá tjóðskaparrørsluni. Verkamenn vóru eisini í verkfalli.

Sekstiárini líktust meiri eini sorgleysari La Belle Époque við skeivum hippie´arum og síðullaðum monnum. Hann brast á aftur í sjeytiárunum. Hetta er tíðin táið ein sjálvur gerst tilvitaður samfelagsliga og politiskt, tí er hendan bókin hjá Jógvani so serliga viðkomandi fyri okkara ættarlið og tey sum eru yngri enn tað, og sum ikki vóru har táið tað hendi.

Stríðið fyri ella ímóti EEC-limaskapi, fiskimarksmálið og útróðrarverkfallið. Hetta var líkasum bulurin, men tað fór at goysa í Vestmannaoyggjum, olympiskir leikir vóru í Vesturtýsklandi, íslendingar vóru í toskastríði, ein „nýggjur“ Smyril kom til Føroyar, eitt óvæntað regime tók við valdinum í Tinganesi, føroyingar vóru í krígssigling í Bangladesh og ein rituvíkskingur bjargaði túsundum av vietnamesarum suður úr Mekong Oyruni.

Føroyingar eiga at keypa sær hesa bókina, tí her fæst nógv at vita frá einum manni, sum tá var fyrstahondskelda og maðurin minnist sum ein elefantur. Nevndi sosiala kampin í 50´árunum, og nú hendi tað paradoksala í sjeytiárunum, at Tjóðveldisflokkurin sat í landsstýrinum og umsat fiskivinnumál, táið alt tørnaði fyri, og útróðrarmenn úr øllum landinum gjørdu bart. Stimaðu til Havnar og blokeraðu tað sum blokerast kundi. M.a. vóru teir í Sjónleikarhúsinm og hugdu eftir nýskrivaða sjónleikinum hjá Steinbirni B. Jacobsen. Skipið. Var sjálvur har, ein øgiligur rómur, menn kendu seg aftur í málbrúkinum.

Vónandi fer onkur søgufrøðingur at skriva um útróðrarverkfallið. Hví alt kom upp í ein stúgva, og hvussu varð málið loyst? Tað fer at koma, men Jógvan var har sum reportari og vit fáa at vita frá honum hvat ið hendi á gøtunum í Havn og aðrar staðir í landinum. Havi mangan hugsað um hesar lítið sambæriligu makkararnar Adolf Hansen og D. P. Danielsen. Adolf var formaður, hann var ikki sørur, meðan sakførarin D.P. stýrdi verkfallinum eftir kendum vinstrahallum strategium.

Tað sæst best í einum brævi hann hevur sent Havsteini Ellingsgaard, Tórsteini Vilhelm og Óla Jacobsen hin 8. juni 1975. Teir vóru nevndarlimir í Ráfiskagrunninum og hann gav teimum loyvi til at koma til Havnar á fund og at fara úr høvuðsborgini aftur. D.P. var víðgongdur socialistur, gav út blaðið Roðin, og tað er eyðsýnt at metodurnar eru tiknar úr tí amboðskassanum.

Finnbogi segði mær einferð frá einari søgu, har D.P. og fylgisveinar ætlaðu at taka Útvarpið ein av døgunum, men tað miseydnaðist, tí at útvarpsstjórin og ein av útróðrarmonnunum úr Klaksvík kendust somikið væl, at revolutiónin á Bryggjubakka miseydnaðist.

Bókin. Føroyska málið. Vit. Hava tað betri enn nakrantíð. Keypið hesa bókina hjá Jógvani tykkum sjálvum til kunningar og øðrum til vitanar.

Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo