Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danski Tjóðbankin ger javnan greiningar av føroyska búskapinum, og í dag er enn ein av hesum greiningum kunngjørd.

Trotið er á arbeiðsmegi, føroysingar eru væl bjálvaðir fíggjarliga og tað manglar ein ætlan fyri, hvussu vaksandi talið á eldri fólkum kann halda fram at hava tað livistøðið, sum tey hava í dag, eru evni sum verða tikin fram, uttan at mælt verður til ítøkiligar loysnir.

- Lítandi frameftir verður væntað, at útlitini fyri útflutningsmarknaðirnar eru ljós, nú eftirspurningurin er endurreistur skjótari enn væntað var. Skjóta endurreisnin er m.a. vegna heimsfevnandi koppsetingina, ið hevur verið ígjøgnum árið. Hinvegin sær verri út fyri ein part av fiskaútflutninginum, av tí at eingin sáttmáli er gjørdur við Stórabretland um makrelfiskiskap. Vantandi sáttmálin hevur m.a. havt við sær, at prísirnir eru lægri og tað ger greitt, at góðir karmar hava týdning fyri kappingarevnið hjá útflutningsvinnuni, verður millum annað sagt.

Øll frágreiðingin kann lesast her á enskum ella her á føroyskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo