Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Á býráðsfundi hóskvøldið kom undan kavi ein bóklingur, Uppskot um heildarætlan fyri eystara havnaøki, sum Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevði latið úr hondum 16. januar.

Bóklingurin elvdi til, at ein rúmlig heildarætlan fyri eystara havnaøki í høvuðsstaðnum, har landsins Tjóðpallur skal byggjast og Skansin enn skal standa órørdur, varð einmælt samtykt á býráðsfundinum.

Greitt er eisini, at heildarætlanin gevur gott pláss fyri nútímans biografvirksemi við fleiri sýningarhølum og kaféøki upp at Tjóðleikhúsinum á Eystaru bryggju, har sum verandi terminalur er í dag og nakað úteftir.

Tað upplýsti borgarstjórin sum ein upplagdan møguleika innan karmin av ætlanini á fundi hin 1. februar í ár.

Tað vóru filmsáhugað í Havn, ið høvdu biðið um fundin við borgarstjóran.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo