Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Virgar T. Dagsgarad, hevur skilagóðar viðmerkingar til ætlaða nýggja tjóðleikhúsið, og har hann m.a. vísir til, at Sjónleikarhúsið fyri góðum 100 árum síðan varð bygt uttan fyri býin, men í dag er rættuliga miðskeiðis, tí býurin sjálvandi er blivin størri.

Og sum Virgar eisini sigur frá, at kroysta eitt tjóðleikhús niður á Bursatanga og við Kongabrúnna verður aldrin nøkur skilagóð loysn, og so beint upp til friðaða Tinganes og gamla býlingin Reyn.

Tórshavn er ikki Reykjavík, Keypmannahavn ella Oslo, ið hava kilometrar av havnaøki og ríkiligt pláss til stórar mentanarbygningar.

Eitt tjóleikhús er í nýtslu við framførslum nakrar fáar dagar kanska triðja hvønn mánaða, so har verður sum steindeytt mesta partin av árinum, og so avgjørt ikki nakað sum kemur at fjálga um trivnaðin.

Annað øki liggur sera væl fyri við ringveg og nógva ferðslu frá norðurøkinum, og sum eingin enn hevur nevnt til annað enn eldrabústaðir, er sjálvandi Hoydalar.

Gamla Sanatoriið kann væl varðveitast og restin ruddast burtur til sera góðar umstøður at byggja nýtt tjóðleikhús ið verunliga kann gerast til megnar byggilyst og nøkta tørvin til bæði innan- sum uttandura amfi-scenu.

Tað verður óamannaverk at byggja nýtt tjóðleikhús í verandi báta- og havnatrongum, um tað er við Bursatanga ella Skálatrøð.

Kanska Varðin Pelagic á Tvøroyri kann verða til "skræk-og advarsel", at stórar 11 metur høgar "arkitektakassar" eiga vit ikki at skipa í trongum býar- og havnarøkum.

Tørvur er á størri hugflogi og meira víðfevndum visiónum har tjóðleikhús og pallur væl kann samansjóðast við uttandura møguleikum á palli. Umstøður kunnu gevast til meira fjølbroytta palllist har uttandura umstøður kunnu víðka um listaframførðslur og tess innihald.

Eisini kunnu slíkar umstøður geva størri breidd og hugflog til sjónleikir, fyriskiparar og leikarar at taka fram leikir, ið krevja stóra vídd og amboð og útgerð, ið illa rúmast á vanligum minni innandura palli.

Tjóðleikhús sum meira multi-funktionellur bygningur, eisini til stórar uttandura konsertir, letur seg sera væl gera í Hoydølum, og staðsetingin vil eisini hóska betur sum lands- tjóðleikhús við megin ringveg og atkomu og nógva ferðslu frá øllum norðurpartinum av landinum.

Tað kann tykjast heldur trongskygt hálvanvegna at kopiera aðrar staðsetingar frá Oslo ella Keypmannahavn, tí tað er einki sum krevur, at eitt tjóðleikhús einans kann staðsetast við eina bryggju ella býarfasadu har skip koma og fara ella har sjógvur er.

Ætlaða øki er trongt og vil av somu orsøk avmarkað tað innihald eitt nú- og framtíðar leikhús kann geva av listarligum avbjóðingum og framførðslum.

Byggiskráin er illa umhugsað, og sjálv fyriskipanin somuleiðis alt ov illa løgd tilrættis.

Eingin trygd er at stórar arkitektafyritøkur levera tað ultimativa uppskotið til tjóleikhús, tvørturímóti.

Verður tikið dømi við listasavninum Arken, sunnan fyri Keypmannahavn, so var her talan um ein arkitektlesandi, ein næming á Kunstakademiets Arkitektskole, ið vann kappingina, og ikki nøkur kend ella stór fyritøka.

Tí átti allir arkitektar at havt møguleika at komið við uppskotum til tjóðleikhús.

Projektering og útinnan av verkætlan er onnur uppgáva, og har eru fleiri serfrøðingar, ið skulu við m.a. bygningsverkfrøðingar, ljóð- innrættingar- og ljósserfrøðingar v.m.

Samanumtikið er fyriskipanin frá landsstýrinum og Tórshavnar kommunu illa umhugsað og illa løgd tilrættis, og átti av røttum at verið kolldømd og útskrivað av nýggjum.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo