Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri einum ári síðani, tann 8. oktobur 2020, segði Leiklistafylkingin 2020 alment frá eini djúpari kreppu á leiklistaøkinum.

Hendan kreppan mentist aftaná 14. februar 2020, tá ið Leiklistaráðið setti sama stjóra á Tjóðpall Føroya fyri fjóru ferð. Talan var um somu kreppu sum Leikarafelag Føroya í 2015 gjørdi vart við.

Í sjey mánaðar aftaná 14. februar 2020 royndi Leiklistafylkingin at fáa Leiklistaráðið í talu.

Men Leiklistaráðið tvíhelt um at tey einki skeivt høvdu gjørt og at tey høvdu valt best skikkaða persónin til starvið. Tann 8. oktobur 2020 varð greitt at tað stóð heilt fast.

Leiklistaráðið vildi ikki tosa við Leiklistafylkingina yvirhøvur. Avleiðingin var, at boykott av Tjóðpalli Føroya var lýst tann 8. oktober 2021.

Eitt ár er farið, kreppan á leiklistaøkinum er bert versnað og Tjóðpallurin megnar ikki at framleiða ásettu mongdina av nýggjum verkum.

Sambært lýsingini eftir stjóra, sum Leiklistaráðið hevur skrivað, skal Tjóðpallurin framleiða 3-4 verk um árið. Farna árið er bert 1 nýtt verk framleitt.

Listaliga støðið á okkara tjóðarleikhúsið, okkara einasta yrkisleikhúsið við fastari játtan, er í fríum falli av tí at Leiklistaráðið ikki tryggjar at kjarnustarvsfólkini eru á stovninum. Á einum sjónleikarhúsið kemst ikki uttan um, at kjarnustarvsfólkini eru tey sum skapa og útinna listina.

Lógin um Tjóðpall Føroya er skrivað í tráð við góða siðvenju á listaøkinum. Stjórin er áramálsettur og stjórastarvið er fyrst og fremst listaligt. Stjórin skal skifta, tí tað er best fyri stovnin og listina.

Starvið er fyrst og fremst listaligt og stjórin á listaligum stovni skal hava listaligar hugsjónir.

Stjórin á listaligum stovni skal savna tey bestu, mest víðskygnu og best útbúnu listafólkini at arbeiða á fremsta leiklistaliga stovni í landinum. Hetta fær stjórin løn fyri. Hetta skal stjórin gera.

Tað er møguligt, at tað ikki er ólóligt at seta sama stjóra fyri fjórðu ferð, men boykottið og støðan á Tjóðpallinum farna árið talar sítt greiða mál: Tað er ikki gott fyri stovnin og økið.

Leiklistaráðið má taka ábyrgd av hesum og bera soleiðis í bandi at stovnurin Tjóðpallur Føroya kann blóma og virka við atgongd til alt leiklistaliga tilfeingi, ið Føroyar eigur.

Tjóðpallur Føroya má hava ein nýggjan stjóra.

Leiklistafylkingin 2020

Í bókstavarað:

Eintaklingar
Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF
Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg
Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Vígdis Hentze Bjørck, dansari/koreograf/sjónleikari. Medstovnari av SATC.
Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Gulla Øregaard. Stuðlandi limur frá 07.10.2021

Leikbólkar
Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010
GUT//Productions, stovnað í 2015
InTime Teater, stovnað í 2014
Leikhús Skift, stovnað í 2005
Teatur Grugg, stovnað í 2009
TVAZZ, stovnað í 2006

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo