Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Flogferðslan er sera hart rakt av Korona og nú krevur Tjóðveldi, at felagið ikki skal tillaga seg.

Tað er fyri tað fyrsta ólógligt sambært Partafelagslógini og vil koyra Atlantsflog á húsagang.

Tað sum er altavgerandi fyri Atlantsflog er kappingarførið, sum kann føra til økta flúgving aftur.

Slíkt uppskot legði eg fyri Løgtingið, tá Korona byrjaði, men málið datt burtur, millum annað tí at heldur ikki Tjóðveldi ynskti Atlantsflog betri kappingarføri.

Tað uppskotið hevði tryggjað meira og kanska munandi meira flúgving, serliga út í heimi.

Tað hevði tryggjað fleiri størv.

Men nei, heldur enn at betra um kappingarførið, krevur man nú at felagið skal halda eina kós, sum er ólóglig og koyrir felagið beint niðureftir.

Eg havi bæði á Løgtingið og alment boðað frá, at Atlantsflog verður tryggjað frameftir.

Verður neyðugt við kapitali, so verður hann tilførdur.

Men eg vil eisini í heyst gera alt fyri at tryggja felagnum betri kappingarføri.

Tað er mín vón, at uppskotið verður samtykt, tí tá kunnu vit skjótari tryggja fleiri arbeiðspláss innan flogferðsluna.

Jørgen Niclasen
Fíggjarmálaráðharri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo