Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Endamálið við hesi lóg er at gera føroyska búskapin sjálvbjargnan, og at Føroyar gera egna skiftisskipan, tá umræður at gera føroysku fíggjarlógina og føroyska búskapin óheft av donsku ríkisveitingini.

- Hetta verður gjørt við at tengja inntøkuvøkstur landsins og minking av ríkisveitingini á fíggjarlóg landsins saman, siga umboðini fyri Tjóðveldi í viðmerkingunum til uppskot um skiftisskipan til at gera føroyska búskapin og fíggjarlóg landsins óheft av ríkisveitingini.

- Ynskiligt er við breiðari tjóðarsemju um ein leist, ið ger føroysku fíggjarlógina óhefta av studningi úr útlondum, verður sagt í viðmerkingunum.

- Í seinasta lagi tá flutt verður ein upphædd svarandi til ríkisveitingina í 2020 á 641,8 mió. kr., skal landsstýrið boða donsku stjórnini frá, at Føroya landsstýri ikki longur tekur ímóti ríkisveiting. Ríkisveitingin kann verða minkað í stigum, so hvørt minni verður á fíggjarlógini, og meira verður flutt yvir í Búskapargrunnin, men hevur samstundis eitt evsta mark fyri, nær hon skal verða strikað.

Sí alt uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo