Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

1.
Í nøkur ár hevur út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum í Havn verið í gerð, men nú liggur arbeiðið í hálvum gekki ætlandi orsakað av tørvandi fígging.

Um tað er tann veruliga orsøkin, so er tað einki minni enn ein stór skomm fyri land og fólk, tí orsøkin til hesa eyðmýking er tann eina – og eingin onnur – at í árinum 2000 varð ríkiskassans lógarbundna helvtarbýti av útreiðslum til rakstur og íløgur av okkara sjúkrahúsverki bundið niður av landsstýrinum sum seyður í rætt.

Tað er próvfast, at í árinum 2000 varð ríkiskassans lógarfesta fígging til helvtarbýti av íløgum og rakstri av okkara sjúkrahúsverki bundin niður av Føroya landsstýri.

Hendan skammargerð varð framd av samgonguni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin við Sjúrði Skaale, millummanni, sum ein annar Joseph Fouché í skóleistum á loysingarfundum í Fólkatinginum í Keypmannahavn.

Joseph Fouché (1759-1820) var dugnaligur, snúgvin politikari í tíðini undan og eftir fronsku kollveltingina 1789-1799. Stephan Zweig skrivaði áhugaverda skaldsøgu um tann snilda Joseph Fouché.

Sum liður í umrøddu sjúkrahúsbygging er kloakk-skipanin millum Landssjúkrahúsið og sjóarmálan burturbeind, og í staðin fyri er løgd kilometralong kloakk út á botnin í Nólsoyarfirði.

Vit eiga ikki at gloyma, at Nólsoyarfjørður í øldir hevur verið spískamar hjá nólsoyingum og fólki í Havn.

Sum dømi kann eg nevna, at í 1880-1890 skrivaði abbi mín Vilhelm Mohr umleið 100 navngivin ýti og mið víða um í sjónum um Nólsoynna. Tey eru varðveitt á almennari skjalagoymslu.

So statt er tað sjálvsagt at spyrja, um tað, ið nú rennur og fer at renna út í Nólsoyarfjørð er reinsað ella óreinsað kloakkvatn frá sjúkrahúsinum í Havn?

2.
Í 1948 uppstóð heitið apartheid fyri ættarstríðið í Suðurafrika.

Hóast orðið úttalast apartheit við trýsti á fyrra stavin, so siga vit apartheid við trýsti á seinna stavin. Hvussu ber tað til?

Í nýggjari tíð eru vit føroyingar farnir at brúka tað elligamla latínska, nú enska orðið, festival, sum var heitið fyri gudaligar veitslur.

Hóast orðið úttalast festival við trýsti á fyrra stavin, so siga vit festival við trýsti á seinna stavin.

Hvussu ber tað til?

Á føroyskum  leggja vit yvirhøvur trýst á fyrsta stavilsi í tvínevndum orðum: Ólavsøka, Norðoyastevna, Vestanstevna, Seglskip, Seiðaberg, Ferðslulóg, Ferðaskip og so framvegis.

Vanligt er, at vit føroyingar siga góðan dag. Men nú er tað vorðið vanligt, at fólk siga góðan dagin.

Hvussu ber tað til?

Vit siga ikki góðan morgunin ella gott kvøldið.

Vit eru eisini farin at siga eg meti, mín meting, í staðin fyri eg haldi, at halda.

Hvussu ber tað til.

3.
Frá 1. januar 2001 til dagin í dag hava 26.9 milliónir í tí árliga ríkiskassablokkinum verið oyramerktar til rakstur av okkara sjúkrakassum. Tað  vil siga, at inntøkurnar til sjúkrakassarnar vóru í  blokkinum við nevndu upphædd, sum landsstýrið bant niður nevnda dag. Sjúkrakassarnir kravdu eisini limagjald.

Í ríkiskassanum var eisini ein fleiri ára gamal, uppspardur sjúkrakassagrunnur við tøkum peningi, sum ætlandi ikki hevur ligið í nøkrum blokki.

Av tí at sjúkrakassarnir eru farnir í søguna, hevur Fróðskaparsetur Føroya (Granskingarnevndin) í nøkur ár brúkt umrøddu sjúkrakassafígging í blokkinum til regluligar granskingarstuðlar í milliónaupphæddum.

Einki odiøst í hesum, um landsstýrið hevur fingið fólkatingsins loyvi at flyta nevndu milliónir til Fróðskaparsetur Føroya (Granskingargrunnin)? So er tað eitt dámligt og fyrimindarligt samstarv millum tveir sera týðandi partar –  ríkiskassan og landskassan – sum átti at fingið onnur vital  samstarvsøki aftur í  gamlar legur. Her verður serliga hugsað um ríkiskassans blokkfígging til heilsuverkið, sum nú hevur verið stongt niður á tjúgunda ári. Úrslitið av hesum ørskapi kenna vit øll: Sjúkrahúsverkið er so líðandi komið á ørmundarhús, og øll verandi útbygging av Landssjúkrahúsinum liggur nú í hálvum gekki, tí kassin er tómur.

Gerið samstarvið millum Granskingarnevndina og ríkiskassans blokkskipan fyrimyndarligt.

Tilvísing hjá undirritaða:
► Í barnagarði og -skúla hjá Nonnunum 1931-1935
► Realpógv í Havn 1941
► Á skrivstovuni hjá Charles Mauritzen Esq. Mr. Brockie, Leith/Tinganesi
frá 1941-1946.
► Á háskúla í Rungsted og Handelsgymnasium í Keypmannahavn 1946-1049
► Á skrivstovuni hjá Fox-Film A/S í Keypmannahavn  1948-1949
► Bókhaldari hjá Wenzel Petersen og Thomas Dam & Co í 7 ár
► Bókhaldari, fulltrúi, skrivstovustjóri og konsulentur á Føroya Gjaldstovu í 34 ár.
► Hevði umsitingina av roknskapinum hjá Skúlabókagrunninum og Mentunargrunninum í 25 ár

Við skrivligum loyvi frá landsstýrismanni var mær í 1956 loyvt at arbeiða hjá einum sakføraravirki í Havn í mínari frítíð, t.v.s eftir vanliga arbeiðstíð og um vikuskiftini, treytað av, at tað ikki darvaði mínum almenna starvi.

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo