Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góði Tobbi! Eg skal gera nakað sjáldsamt og viðganga, at viðgerðin av yvirtøkum og "føroyskum loysnum" skuggaði nakað fyri egentliga endamálinum við míni viðmerking, sum var, at Tjóveldi manipulerar um nýggju politilógina. Ella, sum ein sakførari viðmerkti onkrastaðni, tjóðveldisfólkini lesa lógina sum fanin lesur bíbliuna.

Vit kunnu togast øgiligt um yvirtøkur og frambrot á uttanríkispolitiska økinum. Tað løgna er, at føroyingar generelt ikki tykjast halda, at Tjóðveldi hevur framt so nógv á hesum økinum, sum tjóðveldisfólk annars halda. So annaðhvørt eru paralellir veruleikar. Ella hevur propagandamaskinan verið ov illa smurd. Eg giti, um eg skal vera hampuligur, at veruleikin er eitt sindur av báðum.

Men óansæð, hvussu nógv vit togast Tobbi, so klárar hvørgin okkara at toga longri enn Tjóðveldi hevur í síni "tulking" av hesum lógartextinum.

Eg eri hampuliga lærdur maður, Tobbi. Og eg veit, at sjálvt úr greiðum lógartexti kunnu politiskir flokkar framleiða ideologiskt tilfar at brúka sum politiskt jarnbrot ella sum propaganda. Í hesum førinum hevur tað verið serstakliga effektivt hjá Tjóðveldinum at lukrera uppá veruliga løgregluharðskapin á verulig fólk í USA við at siga, at júst tað sama kann henda í Føroyum. Problemið er, at tað passar ikki.

Tað hevur altíð ligið væl fyri hjá Tjóðveldinum at spinna gull burtur úr ússaligari ull. Tað skal ein politiskur flokkur eisini duga, og eg virði evnini hjá Tjóðveldi at mobilisera. Trupulleikin í hesum førinum er, at vit hoyra um ung í Føroyum, sum nú brádliga eru óttafull, tí ein politiskur flokkur hevur billað teimum inn, at nýggja politilógin í veruleikanum er eitt harðskapsdekret. Men tað passar ikki. Og av øllum politisku lýtunum er ótti intellektuelt tað dovnasta at lukrera uppá.

At Tjóðveldi dugir væl at appellera til kenslurnar er fínt. Men við ósannindum at appellera til óttan hjá fólki er rættiliga óunniligt, og er nærri beslektað høgrareaktióneru populismuni hjá Orban og Bolsanaro enn progressivu vinstrakreftunum í eitt nú Spania og Portugal, sum Tjóðveldi annars av røttum er í familju við.

Hinvegin, vit vita ikki altíð, hvat Tjóðveldi vil. Einaferð var um reppi, at tit saman við Fólkaflokkinum kláraðu at loysa frá Danmark. Vit kunnu bara gita, hvat fyri slag av reaktiónerari og klientialistiskari republikk tað hevði endað við. Og Guð viti hvønn kostnað fyri loysingina, tit eru til reiðar at bera.

Stockholmsyndrom Tjóðveldsins
Tú viðger øgiligt relatiónina millum Javnaðarflokkin og Danmark. Men tey einastu, sum elska danska statin meira enn Sambandsflokkurin er júst Tjóðveldisflokkurin, sum í sonnum Stockholmsyndromskum anda konstruerar og endurkonstruerar alt sítt tilverugrundarlag á eina dramatiska forteljing um eina relatión, sum á okkara døgum fyri tað mesta er sera ódramatisk.

At enda kann eg forvissa teg um, Tobbi vinurin, at eg samanlagt havi brúkt minni tíð á Christiansborg, enn tú og flokkurin hjá tær hevur. Og so er spurningurin eisini, um ikki tað er frægari við "falnum loysingarmonnum" enn mótfalnum republikanarum?

Ver tú bara róligur, Tobbi, eg eri langt burtur skotin frá valdsins korridorum í Keypmannahavn. Eg siti líka frælsislyntur sum tú á altanini í Buenos Aires og stari út í koronakarantenuna her sjúkrahúsverkið, barnafamiljur og verkafólkið veruliga merkja svian av politiskari populismu, høgra- sum vinstravendari. Merkja materiellu avleiðingarnar av eini skipan, sum við ósannindum og ótta oftari appellerar til kenslur enn sunna fornuft.

Men eg hugsi sum so: Nú tú á altíð hektiska skálafjørðinum hevur tikið tær eina fríløtu at viðgera mítt skriv, so man vera fullgjørt hjá mær.

Hav tað gott Tobbi!

ES: Vissi hjálandatroyggjan kennist ov trong, far so út og gakk tær ein túr. Tað er - um nakað - ein góð føroysk loysn.

Jóan Pauli Dahl Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo