Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu pástendur í Degi og Viku at Heimafriður ikki hevur bjóðað til fundar. Men, hetta er ikki rætt og tað kunnu vit sjálvsagt prógva!

Hesin mailur er sendur til Runavíkar Kommunu og allar býráðslimirnar í Runavíkar Kommunu tann 04. apríl.2019:

"Góðan dag

Borgarar á Skálafjørðinum fáa enn einafer ikki hvíld í egnum heimi og ei heldur náttarfrið. Borgarar hava kæra sína neyð til felagið í fleiri umgangum og fleiri dagar seinastu 2 máðnarnar.

Borgarar hava sjálvir í áravís gjørt vart við at tey vera útsett fyri hesum ómenniskjaligum viðurskiftum, sum kommunan ikki ger nakað við

Hesi fólk líða undir ábyrgdarloysið og óhugnaliga nógvum gangi og rystingum frá skipum.

Borgarar hava gjørt felagi varug við fylgjandi:
- óúthaldandi ljóðdálkan frá skipum
- óúthaldandi rystingar frá skipum
- Luftdálkan frá skipum
- Luktur
- at fólk flýggja til annan búðstað at fáa frið og náttarhvíld

Borgarar í kommuni fáa ikki frið, gerast bæði sálarliga og kroppsliga sjúk, órarbeiðsfør, fáa varðandi mein, flýggja og gera vart við at tey stúra fyri heilsuni. Samstundis liva tey í vónloysið, tí einki verður gjørt!

Felagið heitur staðiliga á at steðga hesum óskilinum, umgangandi!

Býráði í Runavíkar Kommunu hevur samtykt at fáa ljóð og luftkannað økið.

Heimafriður heitur staðiliga til at kanningararbeiði verður lagt til rættis, soleiðis at verðuliga dálkingin verður máld. Kanningararbeiði eigur at verða lagt til rættis á annan hátt enn ljóðkanningin í Kollafirði í 2018. Ljóð- og luftdálkandi skipini mugu vera til staðar ímeðan kanningararbeiði verður gjørd og somuleiðis skal tað takast hædd fyri at aktørar við økonomiskum áhugamálum fyri skipavinnuni ikki eiga at vera partur av kanningararbeiðinum.

Felagið vil samstundis bjóða til dialog og bjóða vit at hava framløgu fyri leiðsluni í kommununi og býráðslimum um hvussu trupulleikin kann loysast.

Vinarlliga
Nevndin"

Tað kann leggjast afturat at fleiri mailir, av sama slag, eru sendir Runavíkar Kommunu, har vit bjóða til dialog.

Tobbi, vit ynskja fund við Runavíkar Kommunu, allar býráðslimir og onnur viðkomandi, takk!

#Runavík #Runavíkarkommuna #heimafriður #ófriður

Felagið Heimafriður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo