Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Trýst á myndina og hon verður størri

Trýst á myndina og hon verður størri

Trýst á myndina og hon verður størri

Samstundis sum stríð er í Sjálvstýrinum, hevur stórur spenningur verið um, hvørt Kári P. Højgaard fór at taka eitt tørn fyri flokkin afturat.

Á landsfundinum, sum var hildin norðuri við Gjógv leygardagin, gjørdist tað kortini greitt, at fyrrverandi formaðurin, sum hevur verið løgtings- og landsstýrismaður í mong ár, valdi at pensjónera seg sjálvan frá politiska virkseminum.

Og so hevur stríð tikið seg upp millum vengurnar í flokkinum.

Sunnudagin vóru tað serliga streymoyarformaðurin Bjørn á Heygum og floksformaðurin Jógvan Skorheim, ið vardu hvør sína ódn í flokkinum.

Lítil ivi man vera um, at Skorheim vinnur hetta stríðið.

VP hevur síðani dyrgt eftir, hvør ið man fara eftir sessinum hjá Kára P. Højgaard, nú hann gevst.

Skálafjørðurin hevur verið eitt av stóru og tryggastu verndarvirkjunum hjá Sjálvstýrinum síðani Frederik Olsen, sáli, kom á ting. Eftir hann sat Lasse Klein í sessinum og í mong ár hevur Kári umboðað hetta økið á tingi.

Eftir fráboðanina leygardagin tykist tað ikki at vera nakar eyðsýndur avloysari fyri Kára.

Tað kann vera avgerandi fyri Sjálvstýri, hvør ið verður uppstillaður í Skálafjarðarøkinum, tí seinast var tað avgerandi fyri um flokkurin fekk ein ella tveir tingmenn.

VP hevur verið í sambandi við nógvar keldur í upplandinum hjá Kára, og tær flestu hella til, at tað verður borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sum fer at stilla upp fyri flokkin.

Hann umboðar ein borgaralista í býráðnum, men hevur drúgvar royndir í landspolitikki fyri Tjóðveldisflokkin. Hann hevur áður verið løgtings, fólkatings- og landsstýrismaður.

VP ringdi til borgarstjóran, og spurdi um hann kundi vátta tíðindini, sum vóru farin at ganga.

“Ja”, var svarið.

Spurdur, hví borgarstjórin, sum hevur verið tjóðveldismaður, velur at stilla upp fyri Sjálvstýri, sigur hann, at tað í fyrstu atløgu er fyri at økið skal varðveita umboðanina á tingi.

- Í so máta hevur Sjálvstýrið við Kára P. Højgaard verið garanturin fyri, at vit hava havt eina støðuga umboðan. Hóast tað kann tykjast í meira lagi turbulent í flokkinum í løtuni, so er hetta tað sum hendir av og á í flestu flokkum.

- Eg síggi tað soleiðis, at Sjálvstýri er í fer við at radikaliserast í tjóðskaparpolitikkinum. Zakarias Wang, sum nú er næstformaður í landsnevndini, hevur gjørt stóran mun í so máta. Tað er ongin loyna, at eg havi stuðlað honum treytaleyst viðvíkjandi Bergen sáttmálanum frá 1450, og tíbetur hevur tað eydnast honum at flyta Jógvan Skorheim tann rætta vegin.

- Í dag er Sjálvstýri nógv meiri loysingarsinnað enn t.d. Tjóðveldi á Føroya løgtingi. Tað ber ikki til at fara tann vegin saman við sambandsmonnunum Birni á Heygum og Magna Laksáfoss, tí hevði flokkurin og landsfundurin onki val, og skuldi flokkurin ganga leiðina hjá Skorheimi og Wang, so mátti uppgerðin takast.

- Skorheim kundi sagt sum Lyndon B. Johnson, sáli, forseti í USA, tá hann varð spurdur hví hann ikki slapp sær av við FBI-ovastan J. Edgar Hoover: “It’s probably better to have him inside the tent pissing out, than outside the tent pissing in.” Skorheim valdi kortini ta øvutu loysnina, - og gott tað sama, flokkurin er bjargaður.

Viðvíkjandi spurninginum um tað bert er tjóðskaparpolitikkurin sum hugtekur borgarstjóran við nýggju kreftunum, sum nú stjórna Sjálvstýrinum, sigur hann at tað er politikkurin yvirhøvur.

- Millum annað plastmálið, sum formaðurin tosaði um í Útvarpinum, men tað avgerandi er fiskivinnupolitikkurin, har formaðurin hevur vart fiskimenninar og útgerðarmenninar ímóti akademisku excel-akrobatunum í Tórshavn.

- Vit búgva báðir í økjum, har vinnan er undirstøðukervi, tí skilja vit málið betur enn nakar, og hví skal man niðurlaða tað sum riggar.

- Hvat hava Hanus, Kristian Martin, Annfinn og Dunga Jákup gjørt Føroyum av ónáðum, sum nú ger, at teir skulu skrædlast inn á skinni av monnum sum spæla fiskivinnupolitikk á einum skrivaraborði í Havn?

Um sannlíkindini at koma inn á ting, sigur Tobbi, at tað velst um hvør annar stillar upp.

- Onkur skal arva atkvøðurnar hjá Kára, og nú kann eg í hvussu er siga, at eg havi meldað meg inn í kampin sum arvtakari hjá Kára, sum møguligan tingmann fyri Sjálvstýri.

- Og tí eri eg ómetaliga spentur, hetta var ein møguleiki sum eg ikki kundi lata fara afturvið borðinum.

Viðvíkjandi spurninginum, um borgarstjórin í Runavíkar kommunu, ætlar sær at vera sitandi sum borgarstjóri um hann verður valdur inn á ting, svarar hann ja.

- Tað kann vera ein fyrimunur við dupultmandati í hesum førinum. Tað hevur gingið illa at fáa nakrar sømdir frá landsmyndugleikanum, t.d. viðvíkjandi innkomuvegnum, og tí ætli eg mær at stríðast fyri í báðum sessum samstundis, sigur nýggja valevnið hjá Sjálvstýrinum at enda.

Yvirlit yvir onnur týðandi mál hjá Tobba - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo