

Borgarstjórin takkar við hesum tykkum øllum somlum fyri tykkara leiklut í sambandi við góðu móttøkuna, ið Margretha drottning fekk undir vitjanini í Havn.
Ein stór tøkk til tykkum øll, ið skipaðu fyri á Bursatanga, í Skúlanum á Fløtum, í Sjóvinnuhúsinum, á Hafnia og á trappuni í Vágsbotni.
Tit vóru øll við til at vísa høvuðsstaðin frá síni bestu síðu og at geva drottningini eitt stórt upplivilsi, sum hon fegnaðist um.
Takk til luttakarar, tykkum, ið framførdu, og ikki minst tykkum, ið fyrireikaðu. Við so dyggum stuðuli er hugaligt at vera vertur.
Hjartans tøkk, øll somul.
Heðin Mortense
borgarstjóri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo