Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Erhard Joensen hava fingið í rætta endan..... dygdar føroyskt skipasmíð samansjóðað við framkomna varandi orkutøkni og orku, ið vit sjálvi hava framúr møguleikar at framleiða. Varandi orkuna hava vit í ovurstórari nøgd, og ráevnið dettur niður úr loftrúminum so gott sum hvønn dag.

Tøknin er tøk, og er einki at bíða eftir, tvørturímóti hevur tað skund at fáa CO2 og veðurlagsgassini avmarkað og heilt burtur, tí hóttan er í havsbrúnni, at verður einki gjørt, er stórur vandi, at tilfeingið... hjallurin á sjónum, verður fyri álvarsomum bakkasti. Vit síggja longu sum er, at lívfrøðin og margfeldni í sjónum hevur tað sera vánaligt, og kann í ringastu umstøðum hvørva heilt....... Tá bankar onkur á dyrnar við líggjanum, og gerst tá einki at sleppa snikkaleysur.

At røkka málinum at minka um ovurstóra útlátið av veðurlagsgassum, og leggja alt samfelagið... eisini skipini, um til grøna og varandi orkuveiting, vil seta krøv til ovurstórar peningaupphæddir. Verður ikki hugsað og handlað við skili og atlitum til framtíðina, kann rokningin blíva ógvuslig samstundis sum liviumstøður fara øvugta vegin.

Talan verður ikki um 4 ella 6 hundrað milliónir, men heldur eitt null afturat... kanska tveyfaldað. Og hvar skal slík ovurstór upphædd koma frá? Tja.... nakrir løgtingsmenn og kvinnur, og eisini bý- og bygdaráðsumboð eru rokkin so langt, at ein fiskivinnutjóð ikki megnar at sigla í tveir tímar millum tvær oyggjar.... meginøkið og Suðuroy. Tunnils-maniin er við at taka kvørkratak av hvørjum mannsbarni... sum um at allir landsins trupulleikar verða loystir einaferð med alla...... bara sleppast kann gjøgnum eitt hol í havbotninum, so skjótt sum til ber.

Noreg byggir ein tunnil, nakrar kilometrar longri enn ætlaði Suðuroyartunnilin, men talan er ikki um ein tunnil, men tveir... alleina vegna trygdarkrøv. Og kostnaðurin verður mettur til umleið 15-17 milliardir krónur. Einki ferðamannaskip skal við Suðuroyartunlinum sigla norður, og einki skip suður. Kent er at umleið 10% av landsins íbúgvum hava sonevnt klaustrofobi.... og tí ikki megna at koyra gjøgnum so langan tunnil. Flogræðsla og klaustrofobi er sum dukkufretur sammett við ein 21 km langan undirsjóvartunnil.

At føroyingar, og suðringar, ikki kunnu sigla suður ella norður, av einhvørjari undarligari orsøk... í hugaligari stovu, góðari restauratión, gott internetsamband, prát við vinir og kenningar.... og børnini sum jolla sær óført í spæliplássunum...  meðan stimað verður fram við Sandoy, Stóra- og Lítla Dímun og Nípuna, har bergtigin og vøkur nátturu gevur íblástur og frið í sálina, er fullkomuliga óskiljandi. Nýggi Smyril verður ljóðleysur, sum fuglurin, ið fregnast tætt undir skipssíðuni, og kann bunkra grøna orku, brennievni, á Krambatanga, har sera góðar umstøður eru at hava goymslutangar í økinum.... eisini til næstu framkomnu skipini hjá Varðanum Pelagic og øðrum skipum við.

Tí..... til tryggjan til komandi ættarlið, at tey fá somu og líka góðar umstøður sum vit hava, verður tørvur á ovurstórari peningaupphædd at legga samfelagið um, burtur frá fossilu orkuni, og til egin framleidda varandi orku. Og av somu orsøk eiga landsstýrið, løgtings- og býráðs/bygdaráðsumboð, at síggja veruleikan sum hann sær út, og er, at ein Suðuroyartunnil til fleirtals milliardir ikki loysir nakran samferðslutrupulleika ella kemur at borga fyri bjartari framtíð.

Ferðafólkaskip, farmaskip og fiskiskip, koma vit altíð at hava tørv á, og skal nakað skynsemið og verunliga væl umhugsað og fyriskipað framtíðar menningarætlan leggjast fyri dagin, so verður tað at flyta tunnilsmilliardirnar til Suðuroyartunnil yvir á nýggja konto til umlegging av orkuveitingini og til tryggan av góðum korum tl komandi ættarlið.

Eina umlegging frá fossilari orku og til rættar burðardyggar og varandi orkufyriskipanir.

Noreg fyrireikar ferðamannaskip har orkuveitingin er battarígoymsla og ein 3,2MW brennikykna. Viðhefta leinkja sigur meira fra hesum skipinum, ið skal verða klárt í 2023 - trýst her

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo