Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Granskingarráðið: Sunnvá Hanusardóttir Olsen, lækni, hevur saman við øðrum skrivað grein um títtleikan av krabba í høvdi og hálsi í Føroyum 1985-2017 og um útlit fyri ymsu sjúkubólkarnar 5 ár aftaná, at sjúkan er staðfest. Hetta er fyrsta kanning av sínum slag í Føroyum.

Í alt vóru 202 sjúklingar partur av greiningini, av hesum 62% menn. Tilburðirnir eru allir úr føroysku krabbameinsskránni. Umframt títtleika og útlit, varð eisini hugt at alkohol og tubbaksnýtslu, sum eru vanligasta orsøkin til krabba, nær krabbin er staðfestur og ymsum tíðarlinjum.

Niðurstøðan í afturlítandi kanningini av tilburðum í Føroyum 1985-2017 er, at tølini í Føroyum í høvuðsheitum líkjast teimum í Danmark, bæði í mun til títtleika av tilburðum og í mun til deyðstíttleika. Miðal útlitini hjá kvinnum eru munandi betur enn hjá monnum. Hetta tykist bæði hanga saman við roykivanum og at menn bíða longri við at fara til lækna enn kvinnur. Støðan í mun til útlit er betri í tiðarskeiðnum 2000-2017 samanborið við 1985-1999. 

Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum International Journal of Circumpolar Health og kallast “Incidence and survival of head and neck cancer in the Faroe Islands” og kann lesast her 

Høvundarnir eru Sunnvá Hanusardóttir Olsen, Jeppe Friborg, Bjarki Ellefsen, Kathrine Kronberg Jakobsen og Kasper Aanæs.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo