Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-221/2021 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um vantandi játtan til Strandferðsluna.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa Tinginum, nær politiska skipanin av fyrstan tíð bleiv gjørd varug við, at játtanin hjá Strandferðsluni ikki fór at halda?

2. Ætlar landstýrismaðurin at leggja eykajáttan fyri Løgtingið, sum skal tryggja neyðuga fígging at leggja upp fyri hækkandi oljuprísinum?

Svar til fyrispurning nr. 1 og 2
Oljuprísurin er nógv hækkaður seinasta hálvtannað árið. Tað hevur við sær, at tað er vorðið væl dýrari at reka Strandfaraskip landsins.

Løgtingið er kunnað um hækkaðu oljuútreiðslurnar fleiri ferðir hetta tíðarskeiðið. Longu í “Búskaparfrágreiðing I” hjá Fíggjarmálaráðnum frá mars 2021 verður greitt frá, at játtanarkarmurin verður framskrivaður soleiðis, at oljuprísurin hækkar við 0,75 kr. fyri liturin í 2022.

Løgtingið varð eisini kunnað um hækkandi oljuútreiðslurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, har játtanin til oljuútreiðslur til Strandfaraskip landsins hækkaði við 12,0 mió. kr. í samtyktu fíggjarlógini, og í eykajáttanarlógini fyri mars 2022-3, har játtanin til oljuútreiðslur hækkaði við 18,5 mió. kr.

Stór óvissa er um, hvussu gongdin verður við oljuprísinum, og verður tí fylgt við, hvussu marknaðurin háttar seg. Tað er tískil sera trupult at koma við neyvum boði um, hvussu nógv skal játtast afturat til oljuútreiðslur fyri restina av árinum.

Tó er greitt, at tørvur er á eykajáttan til Strandfaraskip landsins til hækkandi oljuútreiðslur, og verður eykajáttanin tikin við í næstu eykajáttanarlóg, soleiðis at ætlaða virksemi stovnsins restina av árinum kann halda fram.

Tinganes, 5. juli 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo