At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 117/2021: Uppskot til samtyktar um nýggj strandfaraskip til oyggjaleiðir.

Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen, tingmenn, hava vegna Tjóðveldi lagt málið fram tann 7. mars 2022 og eftir 1. viðgerð tann 15. mars 2022 er tað beint Rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 30. mars og 20. apríl 2022.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum saman við Strandfaraskipum Landsins.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:

Landsstýrismaðurin hevur upplýst fyri nevndini, at hann í løtuni arbeiðir við ymiskum samferðsluspurningum, eitt nú eisini við spurninginum, um Strandfaraskip Landsins skal leggjast um til eitt alment partafelag. Politiska viðgerðin av hesum uppskoti er ikki liðug. Landsstýrismaðurin upplýsti annars, at tørvurin á endurnýggjan av skipunum er ikki er akuttur beint nú, tí stórar umvælingar eru gjørdar á verandi flota.

Meirilutin tekur undir við, at tað er neyðugt skjótast gjørligt at fara undir eina tilgongd at endurnýggja flotan hjá Strandfaraskipum Landsins, men vísandi til, at landsstýrismaðurin arbeiðir við spurninginum um støðuna hjá Strandfaraskipum Landsins, metir meirilutin tað ikki vera neyðugt at heita á landsstýrismannin um at arbeiða við málinum.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnlutin (Sirið Stenberg, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir) hevur hesar viðmerkingar:

Støðan hjá teimum siglandi er als ikki nøktandi. Ferjurnar eru gamlar, ótíðarhóskandi og á ongan hátt framtíðartryggjaðar. Nevndarviðgerðin hevur víst, at bráðfeingistørvurin er fluttur eini trý ár fram, tí stórar ábøtur eru gjørdar á Rituna og Ternuna.

Tað er staðfest undir viðgerðini, at landsstýrið arbeiðir ikki við málinum, og ongin peningur er settur av til endamálið komandi árini. Arbeitt verður hinvegin við at gera broytingar á Strandfaraskip Landsins, og tað er nevnt sum eitt boð at skipa stovnin sum eitt alment partafelag.

Ójavnin millum fólk og øki í landinum sær út til at økjast. Meðan nøkur øki hava glæsiligar tunlar og góðar vegir, eru tað enn smápláss, sum hava vána samferðslu, og serliga truplar eru umstøðurnar hjá teimum, sum sigla. Júst tey, sum sigla, hava heldur ikki útlit fyri batum, sum støðan er í løtuni.

Tað hevur eisini týdning, at atløguviðurskiftini eru nøktandi, og tí er eisini neyðugt, at ein ætlan hesum viðvíkjandi er knýtt at eini framtíðarætlan fyri endurnýggjan av strandfaraskipunum.

Góð samferðsla er altavgerandi fyri, hvar fólk kunnu liva og virka. Hetta er avgerandi fyri bæði vinnumøguleikar, menning og trivnað. Tí má arbeiðast miðvíst við at bøta um samferðslumøguleikarnar í útjaðaranum, skal honum verða lív lagað.

Útoyggjafelagið, sum hevur sent Rættarnevndini skrivligar viðmerkingar um málið, sigur m.a. soleiðis:

“… Skal útjaðarin og útoyggjarnar í Føroyum mennast, er eitt gott, støðugt og trygt ferðasamband, ein av altavgerandi faktorunum. Og tí er neyðugt at fara undir hetta alt fyri eitt. Ferðavinnan er ein faktorur, sum krevur gott ferðasamband, men mobilitetur er sera avgerandi fyri trivnaðin í dagsins samfelag, eisini á útoyggjunum, og tí er ein dagføring og skjót uppraðfesting av hesum øki sera týdningarmikil. …”

Minnilutin vónar inniliga, at Løgtingið sær tørvin á at endurnýggja strandfaraskipini, soleiðis at fólk í útjaðaranum eisini kunnu fáa líkinda livikor.

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Rættarnevndin, 26. apríl 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo