Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

ADHD/Autismuvegleiðingin sum byrjaði 1. juni, hevur fingið væl fleiri fyrispurningar enn væntað.

Tí hava feløgini handan vegleiðingina valt, at hava vegleiðingina tøka alt summar, hetta á telefon og teldupost. Eisini ber til at koma til eina viðtalu og fáa hjásiting, tó bert eftir avtalu. Tað ber til at avtala tíð við at ringja 202 303 ella skriva teldupost.

Vit høvdu sjálvandi eina hóming av, at tað var stórur tørvur á vegleiðing, men eru bilsin yvir, hvussu nógv mál hava verið, og hvussu tung og fløkt fleiri teirra eru. 

Mál eru um fyrisitingarligar avgerðir og kærur, ið vit fara til botns við. Vit vilja fáa greiðu á, um rætt er fyrisitið, og í øðrum føri, um mannagongdir og reglur eru í trá við tørv og politisku ynskini. 

 Fleiri barnaverndarmál eru, og kemst tað ofta av, at nógvar barnaverndir kenna alt ov lítið til autismu og ADHD. Vit fara inn og hjálpa við at finna styrkir, førleikar og loysnir, sum eru grundfestar í autismu- og ADHD námsfrøðini, og røkka tí einum nógv betri máli. 

Sernámsfrøðin og vitanin innan Autismu og ADHD er lutfalsliga nýggj og mennist við rúkandi ferð. Tað merkir, at í dag ber til við røttu hjálpini at seta inn við effektivari hjálp, sum tryggja sjálvt teimum, ið eru ringast fyri eitt virkið og innihaldsríkt lív. 

Áðrenn summarfrítíðina hjálptu vit m.a. næmingum, við at fáa serligar próvtøkuumstøður, tey hava rætt til. Nú fleiri byrja í skúla, vilja vit fegin hjálpa til við at tryggja, at øll fáa neyðugu hjálpina ein hevur rætt til.  

Somuleiðis hevur stórur tørvur verið til foreldur at børnum og vaksin, sum ynskja ella eru á bíðilista til útgreiningar, hetta fyri at fáa skil á mannagongdum í almennu systemunum.

Limir kunnu ringja til ADHD/Autismu Vegleiðingina á tlf 202 303 ella skriva til vegleiding(at)adhd.fo ella vegleiding(at)autisma.fo.

Telefontíð er mánadag kl. 11-15, mikudagar og fríggjadagar millum kl 9-10.  

Frá mánadegnum 9. august er skrivstovan opin sum vanligt.

Vegna vegleiðingina hjá Autismufelagnum og ADHD felagnum,

Samskipari: Bjørg Dam

Les meir um vegleiðingina her:  https://autisma.fo/adhd-autismu-vegleidingin/

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo