Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

TÓFF – Tórshavnar filmsfestivalur byrjar í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. februar  við føroyskum filmsfagnaði og ókeypis filmi fyri alla familjuna.

Á ársins filmsfestivali verður ein heilur dagur bara við føroyskum filmi. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Sif Gunnarsdóttir og Jan Berg Jørgensen seta filmsfestivalin kl. 14.00. Aftaná verða allir filmar, sum hava vunnið Geytan og Áskoðaravirðislønina frá 2012 til 2015 vístir. Millum hvønn filmin er steðgur upp á 10 minuttir, so til ber at ganga inn og út og velja hvørjar filmar, man vil síggja.

Samstundis verða filmir fyri børn vístir í Norðurstovu.

Vístir verða stuttfilmirnir: Home Sweet Home, Lili, Søgurnar hjá langabba mínum, Rita og krokodillan, og Vitello gravar eitt hol.

Flestu filmirnir eru ætlaðir teimum minstu børnunum, men øll børn er vælkomin, og tey kunnu koma og fara, sum teimum lystir.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo