Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Vit settu okkum fyri at avgreiða hesa byggingina upp á eitt so stutt tíðarskeið sum møguligt, og tí hava vit eisini brúkt nógva orku at leggja tingini væl til rættis, áðrenn farið varð undir at byggja.

- Tí eri eg sjálvandi sera fegin um, at vit eftir 12 mánaðir kunnu fáa fyrstu íbúgvarnar inn í íbúðirnar, sigur Rógvi Josephsen, ið er ein av eigarunum av Norðhús, og sum hevur stýrt verkætlanini.

- Vit hava lagt okkum eftir at byggja við høgari góðsku, og síðani vit gjørdu fyrsta bygningin í 2011, hava vit gjørt smávegis betringar og tillagingar, ið ger hendan bygningin enn betri. Arbeiðið hevur gingið ómetaliga væl, og eg haldi, at íbúgvarnir eru fegnir um úrslitið.

Stórar ætlanir við framtíðar-íbúðarbygging
Næsti bygningurin við 6 íbúðum verður eftir ætlan klárur at taka í nýtslu í mai í ár, og hálvan oktober er ætlanin, at seinastu tríggjar íbúðirnar standa klárar á Norðoyri.

Umframt verkætlaninar á Norðoyri verður í løtuni løgd seinasta hond á fyrireikingarnar, tekning og projektering av øðrum íbúðunum, sum skulu standa á góðari staðseting tætt við miðbýin í Klaksvík.

- Næsta stig eftir hetta er at fara undir at byggja fleiri íbúðir undir Fossum, ið er eitt vakurt øki tætt við býin. Eftirspurningurin hevur verið stórur, og vit brúka nú alla orku at leggja tingini væl til rættis, upplýsir Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús.

- Farið verður undir fyrsta bygningin undir Fossum heilt skjótt, og tá ið verkætlanin er liðug, verður økið vakurt og hugnligt, har bygningarnir fella væl til í lendinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo