Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ongin orsøk til at halda at koronavirus smittar meira hjá fólki við Parkinson enn hjá øðrum, men tað kan vera at nakrir sjúklingar, serliga eldri, tola verri at fáa smittuna.

Nøkur góð ráð fyri ikki at fáa ella bera smittuna:

At vaksa hendurnar ofta ella at brúka hondspritt. Hosta og njósa í ermuna

Halt teg frá at taka í hondina á øðrum fólkum.

Hugsa um reinføri – bæði heima við hús og arbeiðsplássinum.

Um tú ert eldri ella hevur kroniska sjúku við niðursettari immunverju – ansa so eftir at fara í størri samkomur.

Ein stór tøkk til øll tykkum, sum taka smittuvandan fyri eldru og veikastu limum okkara í størsta álvara.

Saman vinna vit á koronavirusinum.

PARKINSONFELAGIÐ

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo