Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá ferðast verður við stórum upphæddum av reiðum peningi um landamarkið, skulu myndugleikarnir hava boð um tað. Men tað verður ikki altíð gjørt, og hjá Taks halda tey, at tað kann hava samband við hvíttvasking av narkopengum, tað vil siga pengum, sum eru fingnir til vega við at selja ólóglig rúsevni í Føroyum.

Við tíðindamiðilin in.fo sigur Birta Biskopstø, leiðari á tolldeildini hjá Taks, at higartil í ár eru eftirlitsfólkini hjá Taks komin fram á 1,7 milliónir krónur sum vóru á veg út av landinum. Fyri alt árið í fjør var hetta talið 785.000 krónur.

– Vit spyrja sjálvandi tey ferðandi, hvat hetta eru fyri pengar, og hvar teir koma frá. Um vit ikki fáa eina nøktandi frágreiðing, so fáa vit altso ein illgruna um, at tað eru hvíttaðir pengar. Og tað kundi bent á, at tað eru narkopengar, sum skulu av landinum aftur, sigur Birta Biskopstø, leiðari á tolldeildini hjá Taks.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo