Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Fleiri europeisk flogfeløg eru noydd at lata flogfør, sum næstan eru tóm fyri ferðafólk, fara á flog, tí annars missa tey loyvini at lenda í fleiri stórum floghavnum.

Tað skrivar miðilin Ingeniøren.

Fleiri floghavnir hava ein sonevndan 80/20 regul sum merkir, at flogfeløgini noyðast at brúka minst 80% av loyvunum at lenda og fara í einum tíðarskeiði uppá fimm vikur, annars missa tey loyvini árið eftir. Orsøkin er, at floghavnirnar nærum ongi tøk loyvi hava, og tí vilja tær, at tey loyvini sum eru latin verða brúkt.

ES setti reglurnar úr gildi í 2020 vegna korona, men nú eru tær komnar í gildi aftur. Og tað ger, at eitt nú týska felagið Lufthansa í vetur noyðist at flúgva einar 18.000 túrar við tómum ella hálvtómum flogførum.

Fleiri lond í ES, harímillum Danmark, roynir at ávirka loftferðslumyndugleikarnar í ES soleiðis, at krøvini um, hvussu stóran part av loyvunum flogfeløgini noyðast at brúka, verða linkað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo