Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Brúkaraumboðið: Fyritøkur og vinnurekandi eiga at hugsa seg gjølla um áðrenn føgur orð, sum burðardygd, umhvørvisvinarlig ella etiskir fyrimunir verða knýtt í marknaðarføringina.

Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing til vinnurekandi um, nær og hvussu hesi orð kunnu brúkast í marknaðarføringini.

Vørur ella tænastur kunnu ikki bara lýsast um burðardyggar ella umhvørvisvinarligar, uttan nærri verður greitt frá, á hvønn hátt orðini skulu skiljast.

Ein meginregla í lógini um marknaðarføring er, at brúkarin ikki má verða villleiddur av lýsingum av eini vøru ella eini tænastu. Tann vinnurekandi eigur at geva brúkaranum eina heildarfatan av eini vøru ella tænastu, sum er sonn. Hetta merkir eisini, at um ein partur av vøruni til dømis er endurnýtslutilfar, so eigur greitt at lýsast, at hetta er ikki øll vøran.

Samstundis sigur Brúkaraumboðið í vegleiðingini, at tað skal skiljast sum brot á lógina um marknaðarførslu, um týðandi upplýsingar vera lagdar burturúr ella tagdar, tá marknaðarføringin leggur seg eftir at lýsa við orðum, sum kunnu villleiða brúkaran.

Í vegleiðingini verður eisini lýst, at tá slík positiv orð verða nýtt, so skal tað kunnu skjalprógvast, at upplýsingin er sonn. Skjalprógvini skulu vera tøk, tá farið verður undir marknaðarføringina.

Í summum førum ber til at skoyta beinleiðis upp í til dømis eina lýsing, hvussu brúkarin skal skilja eitt uppáhald, har sagt verður, at ein vøra ella eina tænastu hevur serligar eginleikar innan eitt nú umhvørvisvernd.

Umframt at knýta hesi orðini at avísum vørum, so kunnu orðini eisini knýtast at sjálvari fyritøkuni, men eisini tá krevst, at uppáhaldini kunnu skjalprógvast. Sum dømi um almenn og ógreið uppáhald nevnir Brúkaraumboðið setningin ”Vit geva tær ein grønan fyrimun”. Verður ein setingurin ella ein líknandi nýttur í markaðarføringini eigur frágreiðing at fylgja við, hvussu hetta skal skiljast ella skal vísast til heimasíðu ella annað tilfar, sum skjalprógvar, at setningurin er sannur og ikki villleiðandi.

Vegleiðingin er ein kunning til vinnurekandi um, hvussu Brúkaraumboðið ætlar at handhevja marknaðarføringslógina, tá tað snýr seg um at nýta orð, sum burðardygd og umhvørvisvinarligt í marknaðarføringini. Vegleiðingin er at finna her: https://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/vegleiding-um-at-bruka-uppahald-um-burdardygd-i-marknadarfoering

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo