Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Støðan hevur verið merkt av ruðuleika, longum bíðirøðum við bensinstøðirnar og tómum hillum í handlunum seinastu dagarnar, og orsøkin skal vera ein samanrenning av Brexit, Korona og tørvi á arbeiðsmegi.

BBC skrivar, at í næstum fara bretskir myndugleikar at geva 10.500 útlendskum lastbilsjaførum fyribils arbeiðsloyvi, so at jólini ikki skulu verða í vanda av støðuni sum hevur verið í seinastuni.

Men felagsskapurin British Retail Consortium, sum umboðar bretskar smáhandlar, heldur, at hetta talið er alt, alt ov lítið.

- Tørvur er á sjafførum í øllum Europa, og korini eru betri í ES enn her hjá okkum, hetta er púra órealistiskt, sigur ein talsmaður fyri felagsskapin við The Guardian.

25.000 lastbilførarar fóru úr Bretlandi eftir Brexit, og tað er eisini ein partur av orsøkini til støðuna nú.

- Ongin svøltar her, men tá tú fert til handils mást tú bara keypa tað sum tey hava. Tað er ikki soleiðis, at tú kanst velja og vraka, sigur tíðindafólkið hjá DR í London, Tinne Hjersing Knudsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo