Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tommy Ahlers er ein tann fremsti íverksetarin í Danmark, og hann er nýliga settur sum formaður í Iværksætterpanelet, sum danska stjórnin hevur sett á stovn.

Iværksætterpanelet skal viðgera, hvussu tað gerst lættari at stovna fyritøku í Danmark, og hvussu smáar og miðalstórar fyritøkur kunnu vaksa. Tommy Ahlers situr eisini í Disruptionrådet.

Eitt av endamálunum við Disruptionrådet er at greina og gera uppskot til, hvussu Danmark kann fáa ágóðan av tøkniligu menningini. Eisini er Tommy íðin íleggjari, og hann hevur sett pening í fleiri ymsar fyritøkur.

Í 2005 stovnaði Tommy fyritøkuna ZYB, sum framleiddi online tænastur til backup av telefonkontaktum. ZYB varð í 2008 selt til Vodafone fyri 50 milliónir krónur.

Eisini stovnaði Tommy fyritøkuna PODIO, sum gjørdi intranetloysnir, og hann seldi somuleiðis PODIO við stórum vinningi.

Umframt at vera íverkseti og íleggjari, so er Tommy eisini kendur frá sjónvarpsrøðini Løvens Hule, sum hevur verið víst á DR. Har situr hann, saman við øðrum kendum donskum vinnulívsfólki, og ger íløgur í hugskot hjá luttakarum, sum vilja byrja sítt egna virksemi.

Melda til Vinnudagin her

Skrá – Vinnudagurin 2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo