Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ætlanin var so góð so góð - ein total liberalisering av lógarverkinum kring el-framleiðsluna skuldi koma øllum samfelagnum til góðar ikki minst brúkarunum – ætlaðu norsku myndugleikarnir.

Men nú er eitt av orku-ríkastu londunum í Evropa í einari “orku-kreppu” skapt av liberaliseringini av el-økinum. - Einari kreppu, har brúkarar kring alt Norra eru í fíggjarligari trongstøðu, tí el-prísirnar hava gjørt risa lop uppeftir seinastu mánaðirnar. Og við el-hitaðum bústaðum, er nógv kroyst, tí tey hava ikki ráð at rinda 4-5.000 kr. meiri í el um mánaðin. 

Hvør er trupulleikin? – Jú, boðskapurin í kronikkinum á NRK (https://www.nrk.no/ytring/nar-markedet-tar-over-1.15793955) er greiður:

***

(S)om følge av en av verdens mest liberale energilover kom det inn helt unødvendige mellomledd i strømomsetningen.

Disse selskapene er i stor grad eid av internasjonale finansselskaper som fører store fortjenester og utbytter ut av Norge. De tre største strømselskapene tjente 1 milliard netto i Norge i 2020.

Det er ingen mening i at et utenlandseid børsselskap skal tjene milliarder på norsk strøm.

***

Tónarnir í Føroyum hava seinastu tvey árini verið á somu kós sum í Norra – føroyska el-framleiðslan skal liberaliserast – privatir aktørar skulu inn. 

Ongin ivi er um, at privatir aktørar og privat vinnulív er alneyðugt fyri menning av samfelagnum, men tað eru nøkur økir, sum ikki eiga at latast upp í hendurnar á privatum – ikki minst økir, sum eru av stórum samfelagsligum týdningi, sum t.d. el-framleiðsla.

Í Føroyum hava vit í 75 ár havt felag – SEV – sum kommurnar, tvs. allir borgarar í landinum, eiga. SEV hevur øll hesi árini veitt eina avgerandi tænastu til føroyafólk. Prísurin hevur verið hin sami í Fugloy, sum í Havn, í Mykinesi sum á Tvøroyri – ja, sami prísur fyri øll húskir í landinum. 

Endamálið hjá SEV er ikki at skapa yvirskot og vinningsbýtið til sínar eigarar, men framhaldandi at menna føroyska el-framleiðsluna, el-netið og el-tænastur.

Privatar fyritøkur hava sum eitt av berandi endamálunum at vinna pening, soleiðis at partaeigararnir kunnu fáa árligt vinningsbýtið. Júst hesi viðurskifti hava nú rakt norsku húsarhaldini við methøgum el-prísum, tí eitt dýrkandi element er komið uppí leikin.

Verður føroyska el-framleiðslan eins og í Norra liberaliserað, so gongur neyvan long tíð, áðrenn vit í Føroyum eisini fáa ríkar el-kvota-barónar, sum hava selt sína el-kvotu til útlendskar íleggjarar. Íleggjarar skulu sjálvsagt forrenta íløguna. Rokningin verður send til brúkaran, til føroysku húsarhaldini.

Dennis Holm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo