Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú 2019 er um at fara afturum bak, ynskir Føroya Tónleikarafelag at nýta høvið at gera støðuna upp og hyggja frameftir.

Manglandi venjingarhøli til tónleikabólkar er ein stórur aktuellur trupulleiki hjá tónleikarum í Tórshavnar kommunu. Venjingarhølini í Margarinfabrikkini, sum bólkar hava havt møguleika at vant í síðani 1990-ini, vóru avtikin í 2018. Hetta hevur gjørt nógvar tónleikabólkar húsvillar.

Tí er tað vónin hjá FTF, at býráðspolitikarar í Tórshavnar kommunu vilja samstarva um útvegan av nýggjum hølum. Síðstu árini hava verið ein oyðimarkargongd hvat venjingarumstøðum í Havnini viðvíkur, tí ongi høli eru komin fyri tey avtiknu, undantikið Ostahúsið og Garagan, sum einans eru til leigu á dagsbasis.

Tónleikabólkar hava brúk fyri langtíðarleigu, og FTF ynskir, at hølini hvíla í sær sjálvum fíggjarliga við leiguinntøkum. At tíðirnar eru so góðar sum tær eru í dag hevur gjørt, at venjingarhøli eru ógjørlig at finna, tí at alt er fult upptikið um allan býin. Eitt uppskot kundi verið, at bólkar sluppu framat onkrum av teimum tómu bygningunum, sum eru í kommununi.

Nú FMX (Faroe Music Export) er farið í gongd, verður arbeiðið at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar meira skipað, og vit í FTF halda, at manglandi høli í Tórshavn er ein høvuðstrupulleiki, ið heldur menningini av tónleikinum aftur.

Við hesum vilja vit gera politikararnar varugar við, at støðan er akutt. Nógv av teimum ungu talentunum skulu takað støðu til, um tað verður í Tórshavn ella onkra aðrastaðni at teirra basi verður. Betri venjingarumstøður fara at gera, at tónleikarar yvirhøvur, yngri sum eldri, fara at trívast og mennast í hesum høvuðsstaði.

Vit í FTF arbeiða fyri tónleikarum og tónleikinum at frama í Føroyum.

At enda ynskja vit øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár

Føroya Tónleikafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo