Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tónleikasambandið: Tað var ein søgulig løta týsdagin 1. mars, tá Tónleikasamband Føroya sá dagsins ljós. Stovnandi aðalfundur var í Perluni í Havn, har trettan feløg samdust um viðtøkur fyri nýggja Tónleikasambandið, ið er sett á stovn til tess at styrkja um  korini fyri føroyskan tónleik á øllum hugsandi mótum.

Aftan á aðalfundin skipaði nývalda nevndin seg. Dánjal á Neystabø er formaður, Gabriel Sebastian Apetrei kassameistari, og Niclas Johannesen og Mikael Blak eru nevndarlimir.

Avbjóðingin er stór, tí frá fyrsta degi er greitt, at Tónleikasamband Føroya er ein fjølmentur og fjøltáttaður felagsskapur. Mett verður, at áleið 3000 fólk, so ella so, eru virkin innan føroyska tónleikaumhvørvið. Tónleikur myndar okkum sum fólk og samfelag, og er ein tann størsti felagsnevnarin, vit eiga. Tískil er týðandi at raðfesta soleiðis, at umstøðurnar at virka gerast so dyggar, sum til ber; tað veri seg fyri tey, ið hava tónleik sum yrki, líka so væl sum fyri tey, ið hava tónleikin sum ítriv.

Tónleikaumhvørvið í Føroyum hevur gjøgnum allar tíðir dúvað upp á eldsálir, ið hava drivið føroyskan tónleik fram á leið, brotið upp úr nýggjum, meðan onnur hava lagt nógv fyri at verja siðaarv og mentan.  Bæði eru grundleggjandi neyðug og vónandi fer hetta at halda áfram. Samstundis er greitt, at tíðin er búgvin at sameina mongu góðu kreftirnar fyri lyfta tónleikaumhvørvið á eitt hægri yvirskipað stig. Hetta verður fremsta uppgávan hjá  Tónleikasambandinum.

Sambært nývalda formanninum í Tónleikasambandinum, Dánjal á Neystabø, er tað fyrsta á skránni hjá nýskipaðu nevndini, at skapa sær eitt neyvt yvirlit yvir tey feløg, sum arbeiða við tónleiki í Føroyum, og tørv teirra.
Nevndin metir tað eisini vera grundleggjandi neyðugt at kortleggja mongu funktiónirnar, sum tónleikurin hevur í okkara samfelag, og at vit eisini fáa staðfest, hvussu týðandi tónleikur er fyri eina sunna sjálvsfatan og dyggan samleika.

Haraftrat er tørvur á hagtølum fyri so at siga alt. Fyrsta fyritreyt fyri at kunna seta út í kortið er at vita, hvar vit eru stødd, tað veri seg í mun til hvønn annan og umheimin, eitt nú okkara grannalond. Nevndin skal eitt nú skapa sær eitt yvirlit yvir, hvussu stuðulsstøðan til tónleik er í Føroyum, bæði kommunalt og alment, og hetta er eitt stórt arbeiði, ið fer at taka fitt av tíð at byrja við.

Seinastu ártíggjuni er nógv er lagt fyri at byggja skúlar, seta á stovn nýggjar útbúgvingar, umftamt at stuðla listafólki, ið fara uttanlands at nema sær útbúgving. Júst av hesi orsøk er av alstórum týdningi, at eitt haldgott og væl skipað umhvørvið er at koma aftur til og at virka í. Tann vegin kann tað, ið er sáað,  heystast og geva bestu grøði herheima.

Av ítøkiligum málum var nógv á breddanum bæði til stovnandi aðalfundin og innleiðandi fundir. Nøkur av teimum tingunum, sum vóru uppi at venda til aðalfundin vóru MVG frítøka av atgongumerkjum til konsertir og tiltøk, og at fáa umboðan í Kringvarpsstýrinum.

Tónleikasamband Føroya heitir á øll tónleikfeløg í Føroyum, sum ynskja at gerast limur í Tónleikasamband Føroya, um at venda sær til nevndina. Saman standa vit sterkari.

Tónleikasamband Føroya umboðar í løtuni hesi feløg:
Kórsamband Føroya
Meginfelag fyri Føroysku Hornorkestur
Sláið Ring
Føroya Tónleikarafelag (FTF)
Organistfelagið
Føroya Symfoni Orkestur (FSO)
Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT)
Framleiðarafelagið
Musiklærarafelagið (MLF) (atlimaskap)
Einleikara Felagið
Konsertfyriskiparafelag
Tónleikavinnufelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo