Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

“Nú eru jól herinni” er heitið á spildur nýggja føroyska jólasangi, ið nú er at hoyra á føroyskum útvarpsrásum. Tað er 15 ára gamla Beinta Elsudóttir Jacobsen, ið syngur lagið

Speak Your Mind er ein duett, sum roynir at leita aftur til røturnar eftir tí simpla í tónleikinum, og verður presenterað sum eitt minimalistiskt huglag

"Frelsarin føddur er" er heitið á nýggjari fløgu hjá Heina Lützen

Í morgin kemur nýggja einstaka lagið hjá Jennifer Lopez (51), «In The Morning», men í gjár fingu fjepparnir ein forsmakk

Eivør fær ikki luttikið á teimum 6 útseldu jólakonsertunum, sum vera á Reinsarínum í desember

- Bretland er í lockdown fyri aðru ferð, og tí eru ongar konsertir. Eg valdi at filma og taka upp í mínari London íbúð eitt cover av kenda Maroon 5 lagnum, Sugar, skrivar Dan Olsen

»Ársins Jólakonsert« er útseld í Runavík – fá atgongumerki eru eftir til konsertir í Klaksvík og í Havn

Í nátt var American Music Awards í Los Angeles

- Linda sigur, at jólini hava sera nógv at siga fyri hana, serliga nú í hesi ótryggu tíðini, sum setir so stór krøv til okkum øll og vil gjarna halda fast í tað góða!

Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir fara at hava hugnaligar og nærverandi jólakonsertir

Tey vóru bæði ávegis til ymisk lond í sambandi við soloverkætlanir, tey høvdu, tá tey strandaðu í somu íbúð. Heldur enn at fella í fátt, avgjørdu tey at brúka tíðina til at skapa tónleik

Tá ið koronavirusið læsti allan heimin savnaðust fólk á sosialu miðlunum um ein gospel-ávirkaðan sang við Zulu-teksti, sum gjørdi fólk glað og gjørdist skjótt eitt globalt fyribrigdi

Navnframi sangarin í Shu-bi-dua bleiv 71 ár

Hetta er næsta lagið í ár saman við fullum strúkara orkestri F.A.M.E.S Orchestra frá Makedonia. LÍTLI EINGIL er ein vøgguvísa, hann hevur skrivað til sínar synir, Brandur og Rasmus

Musikkstjórin í Kongliga Teatrinum og dirigenturin Alexander Vedernikov, er deyður við koronavirus, skriva danskir miðlar. Hann var 56 ára gamal

Tað finst stuttleiki í at sammeta sera konservativa føroyska samfelagið við ein punk bólk, mannaður við bisexuellum veganarum, skrivar miðilin NME

Steintór Rasmussen hevur umsett Pappírsklipp

4 kór og 1 tónleikabólkur fara leygarkvøldið á pall í Norðurlandahúsinum, har tey fara at framføra tónleik eftir tónaskaldið Kára Bæk, sum fylti 70 í september

Grána skýggj eitur nýggjur sangur við Eyðun Jacobsen og Hallur Joensen

Hann er "Born in the U.S.A.," men Bruce Springsteen sigur at vinnur Trump forseti eitt skeið afturat, tekur hann "fyrsta flogfarið" til Avstralia

Konsørn er nýggj instrumental duo við Mattiasi Kapnas og Jan Rúna Poulsen

Beatles-frontmaðurin John Lennon verður hálovaður á Twitter av millum annað Yoko Ono og øðrum

Rockelegendan og gittarleikarin Eddie Van Halen er deyður, upplýsur sonur hansara á Twitter

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex gevur út sítt næsta videolag

Øll Havnin fer at suða av nýggjum Norðurlendskum tónleiki, tá festivalurin "Norðurlendskir Tónleikadagar" verður hildin fyri fyrstu ferð í Føroyum í døgunum 14. - 17. apríl 2021

Farna vikuskiftið vóru tríggir næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla við í stóru tónleikakappingini “Den klassiske Musikkonkurrence” í Keypmannahavn, har gott og væl 100 tónleikarar yngri enn 17 ár kappaðust

- Tá eg setti meg at lurta eftir SEGL fekk eg hesa kensluna av vilja, og at hon vil staðfesta júst hesa miðvísu ætlanina um, at hon kann koma har hon ætlar sær!

- 47 ár skuldu ganga, til eg gav eitt lag út sjálvur. 1000 takk til Dánial Gomez Gudjonsson, Páll Isholm, Hans Poulsen og Pætur Við Keldu fyri at hjálpa mær við hesi verkætlan

Lagið hjá Janus Wiberg “Når lyset rammer dig” er útkomið. Sangurin er gjørdur í samstarvi við Hans Marius Ziska og Søren Balsner, úr kenda danska bólkinum Carpark North

Býurin Svevur eitur seinna lagið hjá Páll Finnur Páll í hesi syftu

Teir siga, at teir vilja vísa støðuna, sum heimurin er í, við sóttarhaldi og fjarstøðu. Upptøkurnar eru gjørdar í eini bingju

“House by the Shore” er fyrsta staklagið av komandi EP’ini “Uncover the Truth”, sum Tutl gevur út í oktober

Bárður Johannesen gevur út nýtt staklag og videolag, sum ber heitið ONCE IN A DREAM. Videolagið er tikið upp ymsastaðni í Føroyum

Popstjørnan er tann fyrsta kvinnan í heiminum at fara um 200 milliónir fylgjarar á Instagram

Føroyski bólkurin hevur í summar upptikið tvey nýggj løg. Fyrra lagið, Nær kemur tú Heim", er útkomið

Tann ikoniski musikkfestivalurin Glastonbury, sum 200.000 vitja, roknar enn við at festivalurin verður í juni næsta ár, og at ongar ætlanir eru um, at útseta hann til september

- Lagið eitur LET IT COME og er um tað, at tora at umfevna óvissuna, sum til tíðir umringar ein, sigur Eivør í tíðindaskrivi í kvøld

Herborg Torkilsdóttir hevur givið út eitt nýtt føroyskt staklag - “Eg uttan teg”. Tað er upptikið í Varmløse Studio í Norðurjýlland

Norðlýsið heldur, at ein mega konsert, sum savnar túsundtals fólk er ein stórsigur á korona!

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex er mannaður av Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum. Teirra fyrsta videolag “Midnight Gale” er upptikið í ymiskum føroyskum bygdum í summar

Tað eru skjótt fjøruti ár síðani, at 80’ara-ikonið - tónleikarin Phil Collins - gav út sangin 'In The Air Tonight'

Í sambandi við, at Lena Anderssen júst hevur givið út fyrsta lagið av komandi útgávuni State of The Land, er video eisini gjørd

2500 vóru savnað til konsert, tá ið tónleikarin Sam Fender herfyri spældi í Newcastle

State of the Land er heitið á fyrsta staklagnum hjá Lenu Anderssen av komandi plátu útgávu við sama heiti

Funnist hevur verið at Zaru Larsson fyri hennara samstarv við kinesiska mobilrisan Huawei. Í apríl valdi hon at enda samstarvið

Talan hevur verið leingi um tað, men nú er tað so váttað: Kappingin sum tey flestu elska verður í USA í 2021

Í samráð við Tórshavnar kommunu er Voxbotn 2020 enn einaferð útsett óásetta tíð

4200 frískir áhoyrarar er bodnir til konsert av kroronagranskarum

Tey, ið ætla at lata atgongumerki til Summar Festivalin innaftur, kunnu gera tað til og við fríggjadagin

- Hetta er eitt markamót í lívi mínum, tí júst í dag eru 10 ár liðin síðan eg small um - og mundi farið í annan heim