Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fróði Hansen læt á sumri í 2019 frá sær føroysku heildarútgávuna Hola, ið hevur fingið góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlands, og nú er sama útgáva eisini útgivin á youtube við sjónbondum til løgini

- Tess meira eg lurti – fái eg eina góða kenslu!

Fróði Hansen hevur júst latið frá sær eitt nýtt sjónbandalag til lagið Spor, sum er síðsta skering á føroysku heildarútgávuni Hola, sum kom út á sumri í 2019

Heiðrikur á Heygum gevur út sítt fyrsta staklag í 3 ár, ið kallast “Hope You’re Crying”. Talan er um fyrsta staklagið frá hansara nýggju plátu “Illusions”, ið kemur út 29. februar

Tórshavnar Big Band framførir sangirnar, sum komu inn til kappingina og vinnarin verður avdúkaður

Semifinalan í EM í hondbólti verður fríggjadagin og tí er 'X Factor' flutt til leygardagin, sigur TV 2

Tórshavnar Musikkskúli hevur í dag og í gjár, eins og undanfarnu árini, enn einaferð skipað fyri árligu blásaradøgunum fyri børn

Nýggja staklagið hjá Marius Ziska ‘Falli til jarðar’, sum kemur út 17. januar, tekur av sonnum tráðin upp eftir virðisløntu útgávunum HOME/HEIM og Portur

Sambært People mugu faðir og sonur møta í rættinum eftir at teir skaptu ófrið á nýggjársveitslu

Sangurin hjá Nirvana, ’Smells like teen spirit’, er spældur yvir 1 milliard ferðir á Youtube, 28 ár eftir at hann kom út

Sangurin snýr seg millum annað um at bjóða várinum og ljósari tíðum vælkomnum

Hann hevur fleiri enn 4.5 milliónir sýningar á youtube, og flest børn, vaksin og eisini ommur og abbar kenna sangirnar hjá Klovninum BUBU, sum í dag letur úr hondum nýggjan tónleik

Eisini verður Nachspiel i Roykstovuni aftaná

Hóskvøldið 12.12.2019 kl. 19 verður ársins jólakonsert í Vestmanna kirkju

Tað eru ikki bara svartir fríggjadagar, nú heimligu handilsjólini eru í hondum. Hóskvøldið 12. desember verður triðja versiónin av Bach í kertuljósi framførd í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tiltakið er eins og áður alment og ókeypis

Týskvøldið 3. desember kl. 20 hevur Húsakórið jólakonsert í Hans Egedes Kirke, Vardegade 14, Eysturbrúgv, Keypmannahavn – 5 -10 min. gongd frá Nordhavn Statión

Tað er blivin fastur táttur, at Harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur seta dám á adventina í Hoyvík. Nú sunnukvøldið 1. desember, fyrsta sunnudag í advent, kl. 19.30 hava tey adventskonsert saman í Hoyvíkar kirkju

Lagið eigur Tore W. Aas, og orðini eigur norska songkvinnan Maria Haukaas Mittet. Føroyskað hevur Edmund Williamson Joensen, Lamba

Ungarn verður ikki við til komandi Eurovision Song Kapping, tí kappingin er vorðin ov nógv LGBT

The Orbit Orchestra er nýggjur tónleikabólkur, sum í dag gevur eina EP við trimum nýggjum jólaløgum út. Sangirnir eru skrivaðir í ár og eru nú tøkir á eitt nú Spotify, Apple Music og YouTube

23 konsertir eru á skránni í 10 ymsum konsertstøðum

 

Næsta leygarkvøld verður sungið í Klaksvík

Leygarkvøldið 23.nov. fara Hanus G. Johansen og Steintór Rasmusen at syngja, spæla og siga frá í Spaniastovu

Slade var ein av heilt stóru bólkunum í sjeyti- og áttatiárunum, men teir spæla framvegis fyri fullum húsum, og í vár koma teir til Føroya at spæla

Tann 19. november fara Eivør og Elinborg Pálsdóttir á konsertferð saman í Europa

NME, størsti tónleikamiðil í Onglandi, hevur kosið Joe & The Shitboys, sum besta navn á Iceland Airwaves. Á leið 400 nøvn vóru á skránni

Tað er nú greitt hvørji koma at vitja komandi Sørvágs Country & Blues Festival komandi ár sum høvuðsnøvn

- Western Stars, sum er fyrsta útgávan hjá The Boss í fimm ár, er ímyndin av eini nýggjari ferð, men samstundis eisini ein leitan aftur til gamlar røtur.

Dreingjakórið undir Brúnni sóknast eftir fyrrverandi dreingjakórsangarum til at syngja tenor og bass aftan fyri dreingirnar við teimum ljósu røddunum

Svein í Prestgarði er millum best kendu og væl umtóktu country- og gospelsangarum okkara

FMX er Faroe Music Export, sum á føroyskum er Tónleikaútflutningsstovan. Stovan varð stovnað í summar, og formaður í stýrinum fyri FMX er Gissur Patursson

Í hesum podcastinum fortelur Nicolina um sangin Tá kvøldið kemur, sum Nicolina hevur gjørt orð og lag til. Sangurin bleiv skrivaður aftaná ein arbeiðsdag á Bacalao

Bólkurin Dodo & The Dodos upplýsur á sínari Facebook-síðu, at gittarleikarin Steen Christiansen er deyður

Mikudagin 30 okt. kemur út nýggj fløga við Kristinu Nónklett Hansen. Fløgan sum ber heiti Við Takksemi, er upptikin í Crossroads Studios, Arden NC í USA

Í dag kom triðja lagið av EP útgávuni hjá Dan Olsen út. Tað eitur 'It Was Only Yesterday'

Elton John mátti avlýsa eina konsert í gjár í Indianapolis tí hann var sjúkur

Føroyski punk bólkurin, Joe & The Shitboys hevur júst útgivið eitt sjónbandalag til teirra sang, Macho Man Randy Savage

Var við í vælumtóktum suðurkorenskum bólki, og nógv happað á netinum

Tígginda podcastið í røðini 'tosumeinsang' er við Flóvin Viderø um sangin 'Confused'. Flóvin var ein høvuðsmonnunum í popp-bólkinum Deja Vu, sum var sera aktivur í 00'unum

Í kvøld kl. 23 verður eitt heldur øðrvísi tiltak í Reinsarínum í Havn, tá Gender Bender Party fer av bakkastokki. Tað er FIMFF, sum skipar fyri tiltakinum, ið bjóðar nýggj tónleikanøvn, Dolly Parton drag show og sensuellan dans

Ung, sum eru áhugað at spæla og skapa tónleik og at gera ein tónleikabólk, kunnu nú fáa serkøna vegleiðing og hjálp til hetta í Dávavirkinum í Klaksvík. ListaRok er navnið á hesi royndarverkætlan

Sangurin eitur "Singing in your choir" og er skrivaður til tey, sum vit hava mist

Peter Edward «Ginger» Baker er deyður, skrivar AP. Hann var 80 ár, nú hann doyði

Tað er ikki til at trúgva, at "Abbey Road" heldur sær framvegis eftir so mong ár, skrivar Paul McCartney á Twitter

Tónleikarin Holgar Jacobsen gevur sítt næsta staklag Glóðin út í dag, og hevur ætlanir um at fáa tvey løg út afturat í ár

Kom við til Spæliland hevur í almannakunngjørt eitt nýtt videolag. Talan er um sangin: “Gyklarin Pokus Pól”

Tann 5. oktober framførur føroyski bólkurin Son Of Fortune sum partur av norðurlendskum vikuskiftis-programmi í Madrid

- Eisini innan andaliga tónleikin er ein sera sjálvkritisk og sterk gongd tann rætta vegin, og eri eg sera spentur at fylgja Benjamin á hesi leiðini!

Minni enn 15 minuttir tók tað at selja 800 bilettir til TÝR-konsert

Teitur Lassen tulkaði í kvøld í sendingini Toppen af poppen sangin "For altid" hjá Medinu. Og hon gjørdist rørd undir serligu tulkingini hjá føroyinginum Teitur