Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mest spennandi dysturin í dag stendur millum fremstu liðini í 1. deild, Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Vágamenn hava longu vunnið sær høgliga leiðslu. Heldur jánkasliga byrjanin hjá meistaraliðnum úr Havn ber í sær, at sandavágsmenn eru farnir hálvtfjórða stig undan argasta kappingarneytanum. Skulu havnarmenn gera sær tankar um at endurvinna FM-heitið í ár, mugu teir helst vinna dystin í dag, soleiðis at tað í fyrsta lagi styttist nakað millum oddaliðini.

##med2##

Ein ávísur spenningur er um, hvussu liðini manna seg til hesar týðandi innanhýsis dystirnar. Hóast Havnar Telvingarfelag hevur heldur størri úrval av javnt góðum telvarum, hevur stóra takið hjá teimum verið at fáa teir at telva saman. Teir plaga kortini at brynja seg væl til dystirnar móti nettupp Sandavági. Vágamenn hava aloftast sínar menn tøkar, tá dystir eru. Í ár sæst nýtt navn á styrkilistanum. John Arni Nilssen, føroyskur altjóða meistari, stendur sum nummar trý á listanum hjá Sandavágs Talvfelag, men hann hevur ikki verið við enn. John Arni, sum í fleiri ár var sterkasti føroyski telvari, býr í Danmark og hevur ikki telvað í føroysku landskappingini í mong harrans ár.

##med3##

Onnur broyting hjá sandavágsmonnum er, at brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava gjørt eitt sínamillum býti á fremru borðunum. Høgni, sum hevur hægri styrkital og er føroyameistari, situr nú á øðrum borði, og Rógvi á fyrsta borði.

##med4##

Dystirnir í 1. deild í dag og støðan í deildini:

5. umfar (22.11)

Havnin-Sandavágur

Havnin B-Klaksvík

Klaksvík B-Kollafjørður

Støðan í 1. deild

Sandavágur 12½

Havnin 9

Kollafjørður 7

Klaksvík B 7

Havnin B 6

Hinar deildirnar

Í 2. deild eru vestmenningar klárt á odda. Støðan í toppinum err henda:

2. deild (toppurin)

Vestmanna 13½

Klaksvík 8

Sandavágur 7½

3. deild (1, bólkur)

Sandavágur 12

Gøta 10½

Kollafjørður 8½

3. deild (2. bólkur)

Toftir 12

Rókur 11

Vestmanna 9½

Seks lið eru í 1.- og 2. deild og tólv í alt í 3. deild. Kappast verður eisini í einari unglingadeild, men teir telva ikki í dag. Har stendur næstan á jøvnum millum Klaksvík og Havnina í oddanum.

##med5##

Allir dystir í øllum deildum verða telvaðir í Miðnámi í Vestmanna í dag. Byrjað verður klokkan 14.00. Øll vanlig korona-tilmæli skulu fylgjast, og tí er kanska at undrast á, at skipað verður fyri einum stórum felagsumfari, tá telvarar eftir førimuni skulu halda frástøðu.

Tá liðugt er í dag, er komið hálva leið í landskappingini. Tíggju umfør eru í alt. Dystirnir í sætta umfari eru ikki fyrr enn 10. januar 2021. Kappingin endar 13. mars mæsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo