Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tóra við Keldu greiðir í spennandi samrøðu við Mikrofonina frá um arbeiðið hjá meginfelagnum MEGD, ið umvegis 24 limafeløg umboðar fleiri túsund borgarar í Føroyum sum bera brek av onkrum slag. Hon er útbúgvin lærari men er ikki minni kend sum góður svimjari ið vann nógvar kappingar fyri árum síðani. Tey seinastu átta árini hevur hon verið forkvinna í MEGD, og hon hevur greiðar meiningar um ymiskt innan føroyskan sosalpolitikk og umsiting av almennum tænastum. Hon metir at játtanir og serfrøði eru ikki teir heilt stóru trupulleikarnir á økinum, men heldur at verandi skipanir tykjast óneyðuga fløktar fyri eitt so lítið samfelag sum Føroyar og at samskifti er ofta tað sum manglar, seriliga millum stovnar og borgarar men eisini millum tær ymisku skipanirnar.

Tá tað kemur til hvussu borgarar uppliva stovnar sum Almannaverkið og Sernám sigur Tóra m.a.: “Vit hava fakfólkið, vit hava sikkurt nøktandi játtanir, og… aftur koma vit til tað: hví føla so borgararnir at teir ikki verða møttir? Vit duga øgiliga væl at seta orð á hvørji tilboð vit skulu hava; tá vit fara inn á heimasíður so sær tað øgiliga gott út… Og allíkavæl virkar tað sum tað er eitt skott ímillum tænastuna og borgaran. Og onkuntíð fer man at hugsa um fyri hvønn eru tænasturnar til; eru tær ikki til borgaran? Og kanska er tað ein viðurkenning av at tey sum arbeiða hinumegin hugsa fyrst og fremst ‘systemið’ fram um borgaran. ĺ øllum førum er tað tað sum fleiri borgarar føla.”

Les meira: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo