Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

– Eg geri tað av ævintýrhuga. Eg vil fegin teljast millum teir stóru ævintýrararnar sum Roald Amundsen, Ernest Shackleton og Sir Edmund Hillary, sigurTorbjørn við VG.

Hann sigur at hann altíð hevur verið bergtikin av geografiskum sigrum, men hann helt at alt er longu gjørt. Men tá ið hann so fann útav at tað var eingin enn sum hevði verið í øllum heimsins londum uttan at flúgva, so vendist ikki aftur.

– Tá ið eg skilti at eingin hevði vitjað øll heimsins lond uttan at flúgva, so hugsaði eg um tað alla tíðina. Tað var ein ordans avbjóðing.

Torbjørn fór undir sína ferð í oktober 2013. Tey seinastu 4 árini hevur hann vitjað øll lond í Europa, Afrika, Suður- og Norður-Amerika, londini í Norður-Atlantshavi og Karibia. 143 lond hevur hann vitjað, og nú eru 60 lond eftir.

– Tað skal gerast uttan at flúgva, tí tað hevur eingin gjørt fyrr, sigur Torbjørn við VG.

Les ferðablogguna her

Torbjørn skrivar eisini tá ið hann var í Føroyum - trýst her

Hann slapp við Norrønu til Íslands, og tað vóru bert 2 ferðafólk við. Hann slapp at eta saman við manningini, og skiparin bjóðaði honum upp á brúnna, skrivar hann.

- The Captain even invited me up on the bridge and he turned out to be a really cool guy.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo