At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag 24. mars verður nógv avhildni og kendi havnarmaðurin úr Kaldbak 70 ár.

Torkil við Sandá, føddur Petersen hevur 70 ára føðingardag í dag. Torkil ið er yngstur av 9 systkjum vaks upp í Kaldbak saman við foreldrunum Ingvard og Herborg Petersen. Torkil flutti til Havnar í skúla í Kommunuskúlan sum ungur drongur.

Fluttur til Hellutú í Havn sum 11 ára gamal, bleiv hann drillaður fyri at vera bygdasligur og ganga í annarleiðis klæðum. Sum 14 ára gamal var hann hjálparmaður hjá bóndanum í Norðadali. Torkil silgdi sum tannáringur við Vesturhavinum Blíða sum messudrongur.

Heimafturkomin koyrdi hann vørur út fyri handilin hjá Sigurð Danielsen. Seinni fór hann í læru sum timburmaður hjá Gunleif Vestergaard.

Torkil hitti sína lívs kerligheit sum 18 ára gamal eitt leygarkvøld í Havn. Tann útvælda var 16 ára gamla eyðhærda Birgith Jacobsen, dóttur Solveig og Óla Christian á Dalavegnum.

Ikki gekk long tíð, innan fyrsta barnið Beinta kom til verðina. Birgith var farin til Danmarkar á húsarhaldsskúla, tá hon fann útav at hon var við barn, og vendi nøsina aftur til Føroyar.

Torkil misti pápa sín Ingvard brádliga á ungum árum, verfaðirin Óla Christian var sera góður við Torkil, og tók hann til sín, sum sín egna son, at teir hildu av hvørjum øðrum var sjónligt.

Teirra fysta heim av mongum saman, var í kjallararanum hjá systrini Rutt í Stoffalág. Lítla familjan búði har í nøkur fá ár, tá fyrsti sonurin John kom. Á Stoffalág fekk hann sær sítt fyrsta kelidjór hundin Lobo.

Tá gosfjalliið “Eldfell”seinast goysti í 1973 , var Torkil ein av mongu føroyingunum ið fóru yvir har at útinna hjálpararbeiði, sum íslendingar settu sera stóran prís á.

Torkil var nú útlærdur timburmaður og bygdi síni fyrsti hús av mongum á Ternuryggi. Húsini á Ternuryggi vóru eini stór vinkulhús í tveimum hæddum. Húsini hevði fleiri kømur sum eisini vísti seg at vera neyðugt, tí barnaflokkurin vaks og vaks. Børnini nummar 3 og 4 Óla Christian og Herborg komu við bert 16 mánaðum í millum, og nú taldi barnaflokkurin 4.

Torkil hevði sítt egna byggifirma, hevði lærningar og timburmenn í starvið. Saman gjørdi teir fleiri umvælingar og nýbyggingar, eisini bygdi hann hús sítt nr 2 á Garðsgøtu á Argjum.

Seinast í 70´inum uppfann Torkil ein skutil, sum kundi stingast í bilar sum vóru farnir á sjógv, og kundi halda bilinum uppi tað løtina tað tók at bjarga fólk úr søkkandi bilinum.  Skutulin hekk á fleiri kei økjum runt um landið, og var vístur fram í eini bjargingarroynd í Vágsbotni á Ólavsøku.

Í 1980 var yngsti sonurin Benny føddur. Sama ár gavst Torkil sum byggiharri, og fór út á Landssjúkrahúsið at starvast sum portørur, har hann skiftist við at koyra sjúkrabil, trilla sjúkrasengur og koyra mat runt til deildirnar. Torkil var 20 ár á Landssjúkrahúsinum sum portørur.

Á Garðsgøtu gekk mangt og hvat fyri seg. Torkil seldi 5 kampingvognar sum kann keypti á eini ferð í Skotlandi, niðri á p-plássinum á Garðsgøtu  og Primo System plast vindeygu seldi hann í garaguni og luttók á árligu sølustøvnini á Hálsi.

Á Garðsgøtu í kjallarinum gjørdi hann ein av fyrstu sólsentrinum í Føroyum, Salong Sólbrún. Konan Birgith og svigarinnan Harnnemi starvaðist í sólsentrinum og seldi millum annað tá nógv brúktu kremini Oil of Ulay. Salong Sólbrún var sera væl vitja, og hevði nakrar av teim mest framkomnu solariunum á marknaðinum, ið allar umframt massugubonkin vóru keyptar frá Marstein á Áarvegnum.

Torkil byrjaði eisini at koyra sín egna taxabil tað tíðina.

Á Garðsgøtu hevði hann og børnini teirra egna “djóragarð” við hundinum Blackie, kaninum, hønum í hópatali, áll og fiskar í springvatninum, og kráku á altanuni.

Frítíðin bleiv ofta brúkt í Kalbaksbátinum Kallanes, sum hann átti saman við svágrinum Heina Heinisen og Vermund Joensen.

Miðskeiðis í 80 inum bygdi Torkil síni dreymahús á Suðurrás. Snotuligi húsini í ikki sørt miniti um Southford frá kendu TV seriuni Dallas. Áðrenn Torkil bygdi húsini á Suðurrás, brúkti hann nógv kvøld har hann bygdi eitt model av húsinum við smáum træpinnum. Húsini vóru sermerkt við teim mongu kvistunum, altanum og hornum.

Á Suðurrás var útyvir hansara 5 børn, eisini eitt ríkt djóralív. Ikki somu djórasløg sum á Garðsgøtu men í havanum runnu 2 boxara hundar við hvølpum, í smáttini í garðinum búi guli hesturin, sum Torkil var til kappríðing við á Ólavsøku á Oyggjarvegnum, inni í husinum í búri búði ein hvít dansimús og á bønum gekk kálvurin Bella og heimalambi Bingo.

Í 80´inum líktist hann ikki sørt Chuck Norris. Eitt kvøldið í Keypmannahavn komu fleiri ungir menn rennandi yvir til Torkil  “are you Chuck Norris?” spurdi teir “Yes i am” svaraði Torkil. Ungi mennirnir runnu yvir til vinfólk sín aftur, “det var sgu ham” rópti teir glaðir.

Síðst í 80-unum tók hann orlov, og fór aftur at byggja. Hann bygdi fleiri dubulthús sum hann sjálvur seldi.

Torkil bygdi sítt fjórða hús á Vørðubrekku á Argjum. Niðast á grundstykkinum bygdi hann eitt serligt fjós, og hevði hann nú 2 hestar sum hann og familjan høvdu mangar góðar ríðitúrar við.

Á Vørðubrekku stovnaði Torkil sølutænastuna Ring Inn, í helt til á Dr.Jacobsensgøtu. Tænastan bjóðaði fólkið umvegis einum telefonsvarara sum segði hvat var til sølu, at selja og keypa eitthvørt. Tænastan kann líknast við tað vit í dag kenna sum Rótikassin á FaceBook.

Ímeðan konan Birgith og svigarindan Joan starvaðist í Ring Inn á Dr. Jacobsensgøtu, fekst Torkil við størri ætlanum. Torkil var í samráðingum við íslendarar um at framleiða alustál takplátur í Føroyum. Íðnaðarøkið var fingið til vega, men sum so nógvar aðrar ætlanir sama mundi, fór hetta fyri bakka orsøka kreppuna í nítiárinum.

Torkil saknaði sítt Southfork á Suðurrás, sum hann keypti aftur frá Niels Paula í 1990, sama ár sum fyrsta abbabarnið Birgith kom.

Torkil saknaði so mikið nógv dóttrina Beintu og abbadóttrina Birgtih ið vóru fluttar til Darnmarkar vegna víðari lestur í 1992, at hann í 1993 við famuljuni og stóra grønlandsmannafarinum flutti til Danmarkar. Í Danmark starvaðist hann fyrst sum timburmaður í Esbjerg og síðani sum portørur á Varde sjúkrahús.

Heimafturkomin frá Danmark bygdi Torkil sær aftur eini hús, hesuferð á Dalalíð. í ár 2000 keypti Torkil byggilendi har hann bygdi tvey dubulthús. Árið eftir bygdi hann 7 raðhús. í 2002 keypti Torkil lendi á Marknagilsvegnum har hann bygdi ein blokk við 20 íbúðum, sum hann seldi gjøgnum meklaravirkið  Húsamekling á vaglinum, har svigarindan Alma starvaðist.

Ein leygarmorgun í 2005, sat Torkil við kaffimunninum og Dimmalætting, har sá hann at Gunleiv bakaríði var til sølu. Torkil tók telefonina, bjóðaðo nøktandi prís og fekk deildina hjá Gunleivi á Landavegnum. Torkil umvældi sølubúðina, setti skjótihurð í og skifti navn og log til Skivan.

Eftir at hava havt kolonihavahús í Hirtshals eitt skifti, bygdi hann eini hugnalig summarhús í Leynum. Ein summardag tá hann ferðaist í Danmark , keypti hann tvær lama ið hann innflutti til Føroyar. Hann skipaði fyri nøkrum sokallaðum “lamatúrum” í vøkru náttúrini, har fari var til gongu við ferðafólkið frá Oyggjarvegnum til Leynar.  Túrurin endaði við onkrum góðum á terrrassuni í Leynum. Eisini her skrivar Torkil søgu, tí aftaná innflytingina av lamaunum, kom nýggj lóg í gildi sum segði at millum annað lama ikki kann innflytast meir. Tískil hevur Torkil fingið fyrstu og seinstu lamair til Føroyar.

Torkil koyrdi býbuss í Havn eitt tíðarskeið, síðani keypti hann sær taxabil og fór aftur at koyra taxa. Torkil hevur altíð verið fullur í hugskotum, í 2010 á eini ferð í Danmark keypti Torkil tveir stórir gang á vatninum bóltar, sum vóru sera vælvitjaðir á Hoyvíkstjørn eina Ólavsøku, hetta tiltak tók dóttrurin Herborg sær av.

Tá Torkil fór um pensións aldur, keypti hann sær ein lítlan lastbil, ið hann umbygdi til at kunna levera smærri nøgdir av liðugtblandaðum betongi. Eftir tað hevur hann verið óførur at hjálpa børnum og abbabørnum at byggja og umvæla hús.

Torkil eigur 11 abbabørn og 3 langabbabørn og nr 4 kemur um fáar vikur. Øll somul elska abban og langabban yvir alt, og tímur hann so sera væl at spæla við øll børnini, líkamikið um tað er at renna runt, grulva á gólvinum ella syngja sangir, so er hann altíð klárur.

Í verkskapi er Torkil skjótur at fortelja mangar góðar og stuttligar søgur, ofta flennir hann so nógv sjálvur at hann næstan ikki far orðini fram.

Torkil og Birgith hava verið sera røsk at taka børnin við familju á ferðum runt í Føroyum og uttanlanda, sum øll minnast gleðiliga aftur á.

Nú Torkil bleiv 70, var føðingardagur planlagdur og ein túrur við familjuni til Suðuroyar. Men mongum brestur ætlan. Tí í staðin situr hann og konan í sóttarhaldi á Dalalíð, eftir ferð í Danmark í teirra nýkeypta kolonihava hús, sum bleiv keypt á eini ferð í Danmark við autokamapranum í fjør. Tey náddi heim síðsta túr Norrøna silgdi við ferðafólkum nú korona brast á.

Hjartaliga tillukku við degnum og takk fyri mangar góðar, stuttligar og ríkar løtur

B, H & Ó.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo