Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kl. 10 letur kafé upp í Betesda har Kristian Martin Rasmusen fer at hugleiða.

Kristian Martin Rasmussen, skipari, hugleiðir um sjólívið, so sum hann minnist pápa sín og abba sín hava greitt frá tí.

Sangbólkurin Vitin syngur.

Aftaná verður boðið til kaffi og sang- og hugnaløtu.

Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00
Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna.

Leikalund - Bindicafé kl. 13.00 – 16.00

Leikalund bjóðar á Bindicafé.
Bjóðað verður kaffi og te við retro-køku í søguligu hølum Leikalunds.

Kl. 14.00 - 18.00 Adventure
Túrur til Kópakonuna

Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna, og
møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan.
Tilmelding er neyðug til túrarnar á tlf 505707, ella á Facebook JAB adventure.

Gamla Seglhúsið – kl. 14.00 – 19.00
Listaframsýning

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýningini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku og Finleif Mortensen.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning, og hongur uppi frá 13. til 19. februar.

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00

Smæran – kl. 15.00
Frits Johannesen, listamaður – “Um sjólívið hjá Theodor Johannesen, faðir Frits”

Brot úr sjólívinum hjá Theodor Johannesen.

Nøkur orð um Theodor Johannesen - Theodor er føddur 1908 og doyr 1986. Hann var allar dagar sínar á sjónum. Hann legðist uppi sum 72 ára gamal.

Hansara sjólív var mangan stríggið, t.d. var hann við Hjørdis, tá ið hon fórst undir Grønlandi 15. juni 1954, og við íslendska trolarinum, Jón Baldvinssyni, sum sigldi á land undir Reykjanesi síðst í mars mánaði 1955, so tað var ikki eitt ár millum hesar hendingar.

Theodor sigldi undir øllum krígnum m.a. við trolaranum Norðbúgvanum. Hann var í uttanlandssigling frá 1928 til 1931. Hesi ár sigldi hann við trimum ymiskum førum, og endaði í Suðuríshavinum við hvalakókarinum Franternitas. Theodor sigldi aloftast sum stýrimaður.

Dragin opið skip – kl. 16.00 - 18.00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.

Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.00
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur – “Hvussu nógv plast hevur havhestur í sær, og hví etur hann plast”?

Framløgan verður um, hvussu dálking við plasti skaðar ymisk djór í sjónum. Síðan verður hugt nærri eftir havhesti, og hvussu nógv plast havhesturin í Norðsjónum og um okkara leiðir hevur í maganum.

Eisini verður greitt frá kendum vandum, og hugsandi vandum, ið kunnu standast av, at djór eta plast, og hvørja ávirkan hetta kann hava á tey, ið eta hesi djór. Til seinast verður greitt frá, hví havhesturin etur plast.

Atlantis – Sjónleikurin Landastrokið kl. 19.00
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall, hesa ferð við sjónleikinum Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.

Felagið framførdi tá á loftinum í KÍ høllini, til flutt var oman í Atlantis fyrst í 80’unum.

Nógvir leikir hava verið hesi 40 árini.

Stig Pryds í Svimjihøllini - kl. 19.00
“Eg kravdi lívið og heilsuna aftur!”

Summi fólk geva ikki upp – og í Klaksvík hava vit m.a. Kristu og Danny!

Óansæð forðingar og meinbogar komu tey afturíaftur, og hava kempað seg allan vegin uppá toppin.

Stig Pryds sigur frá, hvussu lívið hjá honum sum sjálvstøðugur vinnurekandi broyttist til eina tilveru sum avlamin giktsjúklingur, og hvussu hann kempaði seg uppaftur til fríkavara á heimsstøði.

Spaniastova – kl. 19.00
Søgan um Sjóklædnavirkið
.
Serligu og vælumtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum – eisini verður søgan um virkið søgd.

Óluva Klettskarð sigur frá.

Klaksvíkar Bókasavn kl. 19.30Bindiskeið á Klaksvíkar bókasavniSára Mrdalo frá Navia fer at læra okkum at binda fýra ymiskar bindihættir – Holmynstur, strukturmynstur, sjómansboblur og ein máta, hvussu ermar kunnu bindast.

At hava við: Tveir ymsar litir av tógvi, sum hóska til stokk umleið nr. 4 –  og nakrar ermastokkar ella rundstokkar umleið nr. 4.

Bókasavnið bjóðar ein drekkamunn.

Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 20.00
Hanus Samró – "Stríðið um 200 fjórðingar – eisini ein spurningur um EF."

Í fjør vóru 40 ár liðin, síðan løgtingið samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar – og nógv er hent síðan tá.

“Fyri at lýsa fiskimarksstríðið, sum veruliga tók dik á seg í 70-árunum, er neyðugt at viðgera stórpolitiska spurningin um EF. Spurningarnir hanga óloysiliga saman,” sigur Hanus Samró, rithøvundur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo