Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nei, mentanargøtan Tórsgøta er ikki til sølu. Og tey sum hava fylgt tað minsta við í býráðspolitikki vita, at eg nærum setti mít politiska lív uppá spæl fyri at gjøgnumføra ætlanirnar við t.d. bæði Reinsarinum og Perluni.

Vit hava í áratíggju hoyrt, at miðbýurin er steindeyður. Her er ovlítið fólk. Og sagt hevur verið, at orsøkin er, at kommunan eigur ovnógv av húsunum í miðbýnum og brúkar tey til umsiting. Og so kosta tey miljónaupphæddir hvørt ár bara í viðlíkahaldi.

Eg seti mítt álit á, at havnarfólk yvirhøvur duga at hugsa sjálvi. Málið er so einfalt sum tað, at kommunan eigur bygningar í miðbýnum, sum kunnu seljast, tá øll kommunala umsitingin verður samanløgd á einum stað á vestaru kei um stutta tíð.

Lyklaorðið er bygningar, sum KUNNU seljast. Hvussu nakar kann ímynda sær, at vit fóru at selja t.d. Reinsaríið, gongur yvir alt vanligt vit og skil. Eg vísti á, at kommunan átti hesar bygningar, men tað mátti verið sjálvsagt, at tað eru aðrir av okkara bygningum, sum skulu seljast. Í Tórsgøtu og aðrastaðni í grannalagnum.

Hetta er ein ætlan, sum enn ikki er komin til politiska viðgerð, so ikki ber til at fara í smálutir. Men undir politisku viðgerðini koma vit at seta treytirnar, og tí skulu bæði tónleikalív og øll onnur mentan í økinum kenna seg fullkomiliga tryggan.

Sambært Degi & Viku var øll Tórsgøta til sølu. Og um ikki húsaarkitekturin hjá KVF eisini slapp at hugleiða um miðbýin. Gomlu hugnaligu húsini í Havnini kallaði hann høsnarhús og mælti til at byggja skýskravarar. Ivist í, hvat fólk fingu burturrúr hesum kjakinum, tí grundarlagið undir kjakinum var púra skeivt og burturvið.

Tórsgøta er okkara mentanargøta. Og mentanin fer ongan veg. Tvørturímóti fer mentanarvirksemið at økjast við at fleiri búsetast í miðbýnum. Bygningarnir, sum verða seldir, eru sjálvandi stóru bygningarnir í fleiri hæddum, har kravið er, at niðasta hædd verður brúkt til mentanarligt ella sokallað útatvent virksemi. Ikki bara í Tórsgøtu, men í øllum miðbýnum.

Vit mugu tora at hava nakrar visjónir. Tórsgøta skal ikki broytast frá at vera ein mentanargøta til at vera ein bústaðargøta. Tórsgøta skal hava meira fólk og harvið meira mentan. Ikki bara bilar og ongi fólk. Alt økið úr Steinatúni út á Skinnarasker skal gerast til eitt livandi mentanarøki við hópin av fólki og vit eru byrja, sum øll vita og síggja.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo