Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Grein 2 Við Fólkaflokkinum fram til 2025

Teir høvuðsstaðir, ið standa seg best í kappingini við aðrar altjóða høvuðsstaðir, eru teir, ið megna at leggja dent á eina grøna framtíð. Í fjør samtyktu vit í  meirilutanum ein framsøknan orkupolitikk fyri kommununa fram til 2025.

Sambært orkupolitikkinum skulu vit skerja útlátið við 50% í 2025 í mun til útlátstølini í 2016. Hetta verður gjørt við 4 innsatsøkjum. 1. Gøtuljós, 2. Almennir bygningar, 3. Bussleiðin og 4. Akfør.

Í 2020 játtaðu vit 5 mió. til orkumál, harav 3 mió til m.a. gøtuljós. Vit eru komin væl ávegis við at skifta øll gøtuljósini í kommununi til LED. Fyri at taka eitt dømi er ein íløga í gøtuljós á 3 mió. spard inn aftur eftir 3 ½ ári, so hetta er eisini ein fíggjarlig skilagóð íløga fyri kommununa.

Almennu bygningarnir standa fyri helvtini av oljunýtsluni og útlátinum hjá kommununi. Vit hava játtað munandi hægri upphæddir til viðlíkahald og orkusparandi átøk í okkara kommunalu bygningar.

Í 2015 var játtanin til viðlíkahald til kommunalar bygningar 128 kr pr m2 og í dag er játtanin 188 kr pr m2.

Fleiri av okkara kommunalu stovnum fingu lagt um til sjóvarfalsorku, jarðhita, fjarhita og sólpanel í fjør.

Hetta umframt grønar loysnir til upphiting av almennum bygningum fer at gera, at vit megna at røkka málinum um at hava grønar og burðardyggar kommunalar bygningar í 2025.

Bussleiðin skal vera grøn og akførini hjá kommununi skulu somuleiðis vera drivin við grønum loysnum. Tá bussleiðin skal bjóðast út aftur, verður kravið, at hava eina grøna bussleið. 

Ætlanin er komandi árini fram til 2025 at tvífalda játtanina til orkumál til tess at røkka málinum um at skerja útlátið við 50 % í 2025. Hetta er bæði gott fyri umhvørvi og tað ger okkum óheft av fossilum brennievni og samstundis gerast vit ein burðardygg og kappingarfør kommuna.

Fleiri aðrir ókeypis ágóðar eru t.d. góð marknaðarførsla av kommununi sum grønur høvuðsstaður í norðuratlantiska økinum.

Hetta hevur jaligar avleiðingar fyri ferðavinnuna og aðrar tænastuvinnur í kommununi, tí ferðandi eftirlýsa meir og meir grønar loysnir í teirra ferðamálum.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo