Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á fíggjarætlanini, sum júst er samtykt hjá Tórshavnar býráð, sæst aftur, at meirilutin ynskir at styrkja ítróttarøkið munandi í kommununi. Tað er umráðandi, at umstøðurnar hjá ítróttini lúka altjóða krøv, og at kommunan dregur til sín enn fleiri altjóða kappingar innan flest øll ítróttarøki. Hetta styrkir bæði heimligu ítróttina, og tað er við til at styrkja um okkara ferðavinnu við øktum inntøkum.

Nýggjur langhylur í eygsjón

Vit upplivdu síðsta vikuskifti, at okkara svimjarar alsamt taka seg fram, tá vit vunnu ikki færri enn 3 gullheiðursmerki í norðurlendsku meistarakappingini, ið varð hildin í svimjihøllini í Gundadali. Hetta man teljast millum bestu úrslit í føroyskari svimjing.

Hylurin í Gundadali hevur tænt okkum væl, men karmarnir eru vorðnir ov trongir, bæði tá hugsað verður um úrval og breidd. Nýggjur langhylur verður í løtuni projekteraður og fyrireikaður og lagdur endaliga til rættis í 2020, tá byggiarbeiðið eisini byrjar.

Í fyrireikingartíðini hava vit styrkt munandi um verkætlanina, soleiðis at langhylurin hevur 10 geirar ístaðin fyri teir upprunaligu 8. Hetta styrkir verkætlanina í mun til altjóða krøv, eins og at breiddin á hylinum verður 25 m. Harumframt verður eitt vælveruøkið knýtt at verkætlanini við heitum hyljum og pottum, øllum borgarum í kommununi at gagni.

Settar eru 4 mió av til verkætlanina í 2020 og 120 mió kr í langtíðarætlanini fram til 2022, tá hylurin skal standa liðugur. Tað undrar tó undirritaðu, at minnilutin í býráðnum - t.e. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin - ikki síggja ágóðan, ein slík verkætlan hevur fyri kommununa, tá hesir flokkar í teirra broytingaruppskoti til fíggjarætlanina tóku játtanina av til langhylin.

Altjóða skjótibreyt
Leingi hevur Byrsumúli bíðað eftir virðiligum umstøðum at skjóta. Felagið, ið fyllir 40 ár til várs, hevur hildið til inni í Sandvíkum undir heldur óskipaðum virðurskiftum. Meirilutin samtykti at játta 3 mió. í fíggjarætlanini til ráðgevaraavtalu, lendisarbeiði, drening v.m.  

Økið verður gjørt snøgt við góðum atkomumøguleikum hjá rørslutarnaðum, eins og tað verður atkomiligt hjá borgarum til fjøruna í Sandvíkum. 4 mió eru settar av í 2021 til at gera breytina endaliga lidna, so hon lýkur øll neyðug krøv.

Í sambandi við oyggjaleikir kann breytin brúkast til OL-trap, Automatic Ball trap og OL-skeet. Við nýggju breytini liva Føroyar sostatt fult upp til at hava hesa ítróttargrein við á Oyggjaleikunum í 2029.

Fyrsti golfvøllur í Føroyum
Leingi er tað, íð væl skal vera. Tórshavnar Golffelag varð stovnað í 1989, og tolin hava tey bíðað eftir einum golfvølli. Eftir drúgvar samráðingar, sum byrjaðu í 2013 um lendið á Glyvursnesi, eydnaðist tað loksins fyrr í ár at fáa semju millum Búnaðarstovuna, Fiskimálaráðið, Búnaðargrunnin og kommununa um lendið til golfvøllin.

Í 2020 og fram til 2023 eru settar 26 mió til golfvøllin. Ætlanin er, at alt økið eisini skal leggjast til rættis við 6 km lendisgøtum til fólk at ganga og súkkla á, soleiðis at økið verður borgarunum í kommununi at gagni. Golfítróttin er skjótast vaksandi ítróttargrein í heiminum, og eitt nú í Íslandi hava tey ikki færri enn 67 golfvallir.

Umframt at golfvøllurin er eitt kærkomið íkast til oyggjarleikirnar og aðrar kappingar í kommununi, er tað strategiskt skilagott sæð í ferðavinnuhøpi, tí tað er ein vaksandi partur av ferðandi, sum bara ferðast fyri at spæla golf. Hesi ferðandi leggja 3,5 ferðir so nógv eftir fyri mat, uppihald og annað enn vanlig ferðandi. Tað var millum annað eisini orsakað av manglandi golfvølli, at Føroyar ikki fingu Oyggjaleikirnar í 2019.

Tórsbreyt og frælsur ítróttur
Á fíggjarætlanini fyri 2020 er játtað ein miljón til at seta ljósmastur upp við breytina. Fólk, ið íðka frælsan ítrótt, hava kent seg ótrygg í myrkrinum, serliga tey sum venja spjótkast, kúluvarp og kúlukast vetrarhálvuna.

Betri ljóðanlegg skal eisini útvegast, og neyðugt verður eisini at raðfesta skiftingarrúm í komandi fíggjarætlanum.

Tórsvøllur, Gundadalur, Argir og Hoyvík betri umstøður

Saman við FSF byggir kommunan í løtuni vestursíðuna av Tórsvølli. Tá vestursíðan er liðug, lýkur Tórsvøllur krøvini hjá FIFA til altjóða dystir, tá vøllurin fer frá kategori 3 til kategori 4 á FIFA-rangstiganum.

Alsamt fleiri evropeiskir dystir verða spældir í Gundadali, og fyri at kunna spæla heimadystir í eitt nú UEFA Europa League ella Champions League er neyðugt at gera ábøtur á ovara vøll í Gundadali.  

Settar eru 5 mió av í fíggjarætlanini í 2020 til at skifta vøllin, fyrireika nýggjar ljósmastrar, sum FSF krevur, fyri at tað kann verða spælt á vøllinum. Tá hetta er liðugt verður farið undir at gera umstøðurnar á Argjum við nýggjum vølli og ljósum. 4 mió kr eru settar av til endamálið í 2021.

1 mió er sett av í 2020 at fyrireika byggiskrá og annað til at gera eina nøktandi heildarloysn við hølisviðurskiftum kring vøllin í Hoyvik, og í langtíðarætlanini eru settar 25 mió av í árunum 2021 og  2022.

Ferðavinnan og ítróttur hond í hond
Vit hava lagt dent á í okkara ferðavinnupolitikki, at ferðavinnan skal vera fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga burðardygg. Vit ynskja eina ferðavinnu í høvuðsstaðnum, sum er alt árið runt, soleiðis at nýggju hotellini eisini kunnu hava vitjandi vetrarhálvuna.

Sambært samtyktari reglugerð stuðlar kommunan fíggjarliga, tá ítróttarkappingar eru í høvuðsstaðnum vetrar- og várhálvuna. Hetta er eins og ítróttaanleggini hjá kommununi bæði gott í mun til ferðavinnuna  og tænastuvinnuna, eins og tað er gott fyri ítróttar- og kappingarumhvørvið í kommununi og í Føroyum sum heild.

Sæð í mun til ferðavinnuna, so leggja ítróttargestir eins nógv og ráðstevnugestir fleiri pengar eftir seg pr dag, sum ein vanligur ferðandi. Meðan ein vanligur ferðandi leggur 1000 kr eftir seg um dagin, brúkar ein ítróttargestur og ráðstevnugestur í mati, uppihaldi v.m. uml 3000 kr.

At tað er stórhøllin, sum veruliga kann flyta øll mørk í hesum sambandi, eru vit somuleiðis greið um, og tí eru settar 25 mió av í 2025 til eina stórhøll, har altjóða kappingar innan hondbólt flogbólt, badminton, borðtennis umframt ráðstevnir og konsertir kunnu haldast. Hetta verður stórhøllin fyri allar Føroyar, og meirilutin í Tórshavnar kommunu hevur valt at vera við at stuðla hesi høllini við 25 mió í 2025, ein høll sum eftir øllum at døma verður bygd av privatum.

Tað gevur tískil fíggjarliga meining at gera íløgur í ítróttina, tí kommunan fær tað inn aftur í øktum partafelagsskatti. Bæði í 2018 og 2019 hevur kommunan fingið tvífalt so nógv inn í partafelagsskatti, har stórur partur kemur frá  tænastuvinnuni. Tí ganga ganga ítróttur og vinna og ferðavinna í hesi føri hond í hond.

Annika Olsen,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo