Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eini 20 limir vóru komnir og formaðurin legði ársfrágreiðingina fram, og sum vera mann, hevur virksemið og umvælingin av neystunum báðum verið tarnað av koronu.

Froskmannafelagið hevur í samstarvi við m.a. Tórshavnar kommunu seinastu árini lagt sera nógva orku í at skapa tær allar bestu karmarnar niðri í Bakka fyri sjóítróttini. Og varð tað eisini hetta, ið fekk umrøðu á aðalfundinum. Stutt er eftir á mál við umvælingunum, og við nýggju kørmunum fylgja eisini nýggir framtíðarmøguleikar, og avgerð skuldi takast um, hvussu virksemið skal raðfestast, skipast og fíggjast.

Næstelsta froskmannafelag í kongaríkinum, ið varð stovnað í 1957, hevur sterkar siðir og søgu, hóast felagið hevur verið rótleyst vegna hølisloysi seinastu árini. Nú felagið skal rótfesta seg av nýggjum í frálíku kørmunum á fyrstu parkett, avgjørdi aðafundurin, at felagið skal byggja víðari uppá vunna hevd, samstørv og sið. Eisini skal felagið bjóða vitan, karmar og útgerð til børn og ung, og virka, sum snúðingspunkt fyri smáu sjóítróttargreinarnar í kommununi.

Tað troytir ikki við góðum hondum, vælvild og tokka til felagið, og avgjørt varð, at øll nevndin skuldi leggja frá sær. Eftir einari løtu varð nýggj nevnd vald við tveimum gomlum kenningum og trimum úr frafarandi nevndini.

Fyrsta tiltakið verður árligi tunnuslátturin, sum í ár verður leygardagin 13.februar kl. 14 úti í Bakka.

Nevndin hevur skipað seg við Ólavi Janusarson Østerø sum formanni, Høgna Egilstrøð Hansen sum skrivara, Dávid Christiansen sum kassameistara og aðrir nevndarlimir eru Bogi Niclassen og Andrias Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo