Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti meirilutin í Tórshavnar býráð ein framsóknan orkupolitikk, sum leggur upp til at minka um útlátið av veðurlagsgassum við 50 % í 2025 í mun til útlátið í 2016. Fimm miljónir vórðu játtaðar á fíggjarætlanini í 2020 til endamálið, og í langtíðarætlanini fram til 2025 eru settar av 13,5 miljónir krónur um árið.

Tað er umráðandi, at Tórshavnar kommuna sum høvuðsstaðarkommuna gongur á odda í bardaganum ímóti veðurlagsbroytingunum, og tekur avgerðandi stig á leiðini at minka útlátið av vakstrarhúsgassum. Tað er umráðandi, at vit taka umhvørvið í størsta álvara, og hóast vit eru lítil í heimshøpi, er tað av alstórum týdningi, at vit sum arktisk tjóð eisini eru við til at vísa vegin.

At minka um oljunýtsluna og harvið vakstrarhúsgass er eisini við til at styrkja okkara kappingarføri. Landið innflytir fyri yvir 1,2 milliardir um árið í olju, og Tórshavnar kommuna eigur ein stóran part av hesum. Tí eiga vit at gera okkum óheft av oljuni og verða sjálvberandi við varandi orku.

Í ferðavinnuhøpi eru eisini nógvir fyrimunir við at minka um veðurlagsgass. Ferðafólk seta alsamt fleiri krøv til burðardyggar loysnir. Vit selja Føroyar sum “Faroe Islands untamed, unspoiled and unexplored”, og tað er tí umráðandi, at ferðandi eisini uppliva hetta, tá tey koma hendanvegin.

Framsøkin orkupolitikkur – 50 % niðurskurð av CO2 í 2025

Tað eru fýra høvuðsøki, sum orkupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu byggir á:

    1. Bygningar

    2. Gøtuljós

    3. Bilar

    4. Bussleiðin

Bygningar: Samlaðu útlátstølini fyri Tórshavnar kommunu er í dag 8.915 tons av Co2, og málið er at minka hetta niður í eina helvt. Tað er teir almennu bygningarnir, ið standa fyri 55 % av samlaða útlátinum av CO2. Tórshavnar kommuna umsitur 171 bygningar og 137 bygningar eru í dag upphitaðir við oljufýri.

Orkupolitikkurin leggur upp til at skifta oljufýringar út við grønar hitaskipanir, t.e. varandi orkukeldum so sum sjóvarorku, sólorku, hitapumpur, jarðhita og fjarhita. Við hesi umleggingini minkar Co2-útlátið við 2.669 tonsum í 2025 og samlaða útlátið hjá kommununi minkar við 30%. Fyri at røkka hesum máli verður neyðugt at játta 7 miljónir árliga.

Leggjast skal afturat, at Tórshavnar kommunu tey seinastu árini hevur gjørt nógvar grønar umleggningar við m.a. at leggja fjarhita í svimjihøllina, dagstovnar og býlingar. Sjóvinnuhúsið og Boðanesheimið eru upphitað við sjóvarhita. Somuleiðis hava vit økt játtanina til viðlíkahald og bjálving av almennum bygningum munandi seinastu árini. Í 2015 brúkti Tórshavnar kommuna 123 kr pr m2 til vílíkahald og tað talið hava vit økt hesa setuna til áleið 185 kr m2. Til samanberingar kann nevnast, at landið einans setir 96 kr m2 av til viðlíkahald av sínum bygningum.

Gøtuljós: Gøtuljósini hjá Tórshavnar kommunu standa fyri 8% av samlaða útlátinum. Tað eru 9.000 gøtuljós og av hesum eru 1300 skift út við LED. Hetta svarar til ein niðurskurð á 14 % av samlaða útlátinum frá gøtuljósum.

Í vikuni bóru vit tíðindi um, at vit í Kaldbak hava skift øll gøtuljósini út við LED, ið hevur gjørt at Co2-útlátið minkaði við 8 tonsum og samlaða orkunýtslan við heili 66 %. Sambært orkupolitikkinum skulu øll gøtuljós skiftast út við LED. Hetta fer eisini at gera tað lættari at stýra ljósskipanini í mun til ljós og árstíð. Hetta kostar áleið 3,5 mió og hevur kommunan spart hesa íløgu inn aftur eftir 2-3 árum.

Ætlanin er, at øll gøtuljósini verða skift út komandi ár og býráðið hevur sett neyðugu játtanina av til endamálið.

Bussleiðin: Tórshavnar kommuna hevur eina skattafíggjaða bussleið, sum merkir, at borgarar ikki rinda, tá koyrt verður við bussi. Endamálið er at minka um bilaferðsluna. Bussleiðin stendur fyri 14 % av CO2-útlátinum hjá Tórshavnar kommunu. Um eitt ár er ætlanin at bjóða bussleiðina út og skal dentur leggjast á eina grøna bussleið.

Bilar/akfør: Tórshavnar kommuna hevur 177 akfør og maskinur í nýtslu og samlaða útlátið frá bilum er 11 %. Ætlanin sambært orkupolitikkinum er, at akførini skulu vera umhvørvisvinarlig og at løðistøðir verða settar upp til elbilar. Málið er fram til 2025, at 77 akfør skulu vera drivin við el ella aðrari burðardyggari orku.

Veðurlagspolitikkur Føroya 2009 og samgonguskjalið

í 2009 stóð eg sum landsstýriskvinna fyri arbeiðinum at gera veðurlagspolitikk Føroya, sum eitt samt løgting tók undir við. Veðurlagspolitikkur Føroya sigur, at Føroyar skulu skerja útlátið av vakstrarhúsgassum við 20% í 2020 í mun til útlátið í 2005. Tíverri má mann siga, at føroyskur orku- og veðurlagspolitikkur hevur gingið skeiva vegin og ongantíð hava vit dálkað so nógv sum nú. Tó eru glottar at hóma politiskt.

Í samgonguskjalinum stendur: “Grøna tilgongdin skal skipast í samráð millum land, kommunur og vinnu. Hetta skal samskipast í einari orkuráðgevandi nevnd, har hesir tríggir partar koma við sínum tilmælum um, hvussu vit fáa einar grønari Føroyar. Trípartsamráðingar millum hesar partar skulu koma við bæði stutt- og langtíðarmálum einum grønari Føroyum at frama”.

Vit í Tórshavnar kommunu eru klár við okkara málum og til reiðar at seta okkum til samráðingarborðið. Nú liggur bólturin hjá landsstýrinum at bjóða okkum til samráðingar.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo