Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at fíggjarnevndin í Tórshavnar býráð í gjár endaliga samtykti av avtaka 70-ára fráfaringaraldurin.

- Hetta merkir í praksis, at  starvsfólk kunnu halda fram, so leingi tey megna tað, og at aldur ikki longur er eitt sakligt atlit fyri uppsøgn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Men hetta merkir so eisini, at  kommunan má skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað fyri eldri starvsfólk. Fyri mær er ongin ivi um, at vit hava tørv á mongum teirra, sum eru væl fyri, á fleiri arbeiðsøkjum.

- Aldur skal ongantíð vera avgerandi fyri, nær starvsfólk fara av arbeiðsmarknaðinum, tí ongin skal vera fyri mismuni av aldri. Og vit eiga eisini at taka atlit til stóra starvsfólkatrotið, sum er á arbeiðsmarknaðinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Fráfaringaraldurin á almenna arbeiðsmarknaðinum og hjá Tórshavnar kommunu er í dag 70 ár. Tað var í apríl 2019, at Heðin Mortensen sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, saman við táverandi fíggjarmálaráðharra Kristinu Háfoss, mælti til at taka av rundskrivið um 70 ára fráfaringaraldur hjá tí almenna.

Málið hevur síðan verið skuffulagt. Men herfyri heitti ein áhugabólkur á Tórshavnar kommunu at avtaka fráfaringaraldurin. Víst varð til ein fyrispurning á tingi frá Tordi Niclasen til Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, har kravt varð, at samgongan heldur seg til samgonguskjalið, sum ásetir, at førleiki og ikki aldur skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

- Vit eru samd í, at tað er av størsta týdningi, at Tórshavnar kommuna gongur undan í hesum prinsipiella máli og ikki diskriminerar starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo