Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fab Lab er stytting av “Fabrication Laboratory” (ein framleiðsluverkstova). Tað er ein kreativur verkstaður, har m.a. hugskot kunnu gerast til veruleika við prototypum. Eitt stað, har møguleiki er hjá ungum sum eldri, einstaklingum og fyritøkum at royna síni kreativu evnir, at vitanardeila og fáa íblástur. 

Fab Lab er staðsett í meira enn 100 londum kring allan heimin, og tað hevur røtur sínar í Center for Bits and Atoms á MIT universitetinum í Massachusetts í USA. 

Útgerðin er mestsum tann sama í øllum londum. Hetta hevur við sær, at vitanardeilingin og netverkið eru bæði stór og global. Útgerðin, ið verður nýtt, er m.a. 3D printarar, laserskerarar, CNC-fresarar, ymisk elektronikútgerð og teldur v.m.

Maskinurnar og útgerðin á Fab Lab virka eftir “open-source” meginregluni. T. e. at forrit o.l. eru ókeypis fyri brúkaran. Brúkarin rindar bert fyri tilfar, sum hann brúkar.

Eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu og Glasir um Fab Lab, síggja vit sum sera mennandi og spennandi fyri borgarar og vinnuna í Tórshavnar kommunu. Tað, at vinnan, borgarar, yngri sum eldri í Tórshavnar kommunu fáa atgongd til eitt Fab Lab letur upp fyri sera nógvum møguleikum. 

Íverksetarahúsið, Hugskotið, og kvøldskúlin í Tórshavnar kommunu fara eisini at brúka Fab Lab.

Við samstarvinum við Glasir fáa íverksetar endiliga møguleikan at menna prototypur og fáa framt hugskot til veruleika í Tórshavnar kommunu. Eisini er lagt upp til, at kvøldskúlin, komandi ár bjóðar út tilboð til borgarar, sum ynskja at royna sítt hugflog í einum Fab Lab umhvørvi.

Ætlanin er, at Fab Lab á Glasi letur upp á vári 2021.

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin
og formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo