Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar kommuna skal ikki keypa bussar, hvørki elbussar ella dieselbussar. Talan er um eina útbjóðing av Bussleiðini, har veitarar kappast um besta tilboðið. Tað er sostatt veitarin, sum skal gera íløgur í nýggjar bussar og alt, sum hartil hoyrir.

Undanfarna samgonga í Tórshavnar býráð ferðaðist fleiri ferðir runt í grannalondunum og kannaði elbussar. Her kom ongantíð nøkur frágreiðing og ongin niðurstøða, annað enn at málið varð útsett í 3 ár. Vit hava tí farna árið tikið málið uppaftur.

Kommunan er í eini tilgongd at leggja um til elbilar generelt. Somuleiðis eru vit í gongd at leggja um til grøna orku í okkara bygningum. Og í sama sambandi samráðast vit við veitarar um møguleikarnar fyri at leggja um til elbussar.

Vit eru í løtuni í eini kanningarstøðu og eru í samráð við veitarar fyribils komin til ta niðurstøðu, at í løtuni er neyvan ráðiligt at leggja um til elbussar. Orsøkirnar eru fleiri – m.a. at ein skipan við elbussum verður minst tvífalt so kostnaðarmikil og tænastan verður verri.

Vit mugu hyggja at heildarmyndini. Skulu vit krevja, at veitarin ger íløgur í sera kostnarmiklar elbussar og løðistøðir og eitt el-infrakervi sum heild, so verður hetta so kostnaðarmikið, at vit helst mugu skerja tænastuna munandi.

Ein skerd tænasta merkir, at fleiri fara at brúka vanligar bilar til arbeiðs-og ørindakoyring, heldur enn Bussleiðina.

Bussarnir koyra dagliga í umleið 12 tímar og skulu sostatt løðast minst tvær ferðir. Hetta merkir, at tað skulu keypast fleiri eykabussar, til tess at røkja rutuna. Og tað ber als ikki til við verandi játtan.

Hartil kemur trupulleikin við veitingartrygd og viðlíkahaldi. Eru trupulleikar við elbussum, skulu tøkningar og útgerð heintast uttanlands. Hetta er sera kostnaðarmikið og kann hava langa bíðitíð við sær.

Umboðini fyri Tjóðveldi í býráðnum eru farin út við pástandi um, at vit í dag skulu samtykkja at keypa 16 dieselbussar. Hetta er ikki rætt. Talan er um eitt tilmæli til teknisku nevnd um eitt tilboð frá einum veitara.

Tilmælið er ikki viðgjørt politiskt. Hartil sita vit og bíða eftir eini frágreiðing frá teknisku deild og býarverkfrøðinginum, sum vit rokna við at fáa í dag.

Fíggjarliga grundarlagið undir Bussleiðini er staðfest í fíggjarætlanini fyri 2022. Eg kann í tí sambandi nevna, at Elsa Berg sum tann einasta atkvøddi ímóti at hava eina fíggjarætlan.

So tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu Tjóðveldi ætlar sær at fíggja eina tvífalt so dýra Bussleið við vánaligari tænastu.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo