Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd: Gamla og stóra Ráðhúsið legði um til jarðhita í fjør

Mynd: Gamla og stóra Ráðhúsið legði um til jarðhita í fjør

Mynd: Gamla og stóra Ráðhúsið legði um til jarðhita í fjør

Meðan arbeitt verður við umskipan til reina orku á fleiri øðrum økjum, so fer nú eisini eitt sera stórt arbeiði í gongd at leggja um til grøna orku í kommunalum bygningum.

Í sambandi við viðgerð av orkupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu er staðfest, at upphiting og streymnýtsla í bygningum umboða meira enn helmingin av samlaða CO2-útlátinum hjá Tórshavnar kommunu.

Tí skal orkunýtslan í bygningum minka. Hon skal minka við at gagnnýta orku betur, við bjálving og minkandi hitatapi, við orkusparandi útbúnaði og við grønari orku. Tað merkir sjóhita, jarðhita, fjarhita, luft- og sólorkuhita.  

Tað eru góð 10 ár síðan, at byrjað varð við at leggja fjarhita inn í tilsamans 8 kommunalar dagsstovnar í Hoyvík, umframt skúlarnar og Hoyvíkshøllina, umframt hitapumpu í Skúlan á Argjahamri. Stutt eftir fekk Boðanesheimið sjóhita.

Fyri fýra árum síðan fekk Høllin á Hálsi fjarhita, Dagsstovnurin Kura í Kollafirði fekk jarðhita og Sjóvinnuhúsið fekk sjóhita. Tvey ár seinni fingu Býlingshúsini undir Brúnni fjarhita og Býlingshúsið í Norðasta Horni og Hornahúsini fingu hitapumpu.

Síðan hava Musikkskúlin og Svimjihøllin í Gundadali fingið fjarhita, meðan Múllers Pakkhús og forskúlin í Santa Frans hava fingið hitapumpu.

Undan jólum í 2020 fingu Skúlin á Fløtum, Dagsstovnurin við Landavegin og Býlingshúsið Vesturi á Flat eisini fjarhita. Brandstøðin í Nólsoy og Dagstovnurin á Ternuryggi hava fingið hitapumpu, og dagstovnurin á Velbastað hevur fingið jarðhita.

Nú í fjør varð fjarhiti lagdur í URD, Badmintonhøllina, Miðstovnin og Barnaskúlan í Kongagøtu. Dagstovnurin á Ternurygi fekk hitapumpu og so fingu t.d. Ráðhúsið og Skúlin á Velbastað jarðhita.

Nú liðugt er at leggja fjarhita í Tróndargøtu, er ætlanin at fara undir fleiri umleggingar. Fjarhiti skal leggjast inn í m.a. Móttøkuhúsið, húsini hjá Barnatannlæknanum, Tilhaldið í Tórsgøtu, Gula Skúla, Liðahúsini, Dagsstovnin Fríðriksgarð, Gundadalshøllina og Fimi.

Í 2027 skulu øll oljufýr hjá Tórshavnar kommunu vera skift út við grønar orkukeldur. Tá skal Co2-útlátið vera minkað við eini helvt í mun til 2016.

Fjarhitanetið verður alsamt útbygt, men ætlanin er, at varandi orkukeldur í nógv størri mun verða brúktar í fjarhitaframleiðslu. Grøna orkan frá vindi og vatni skal eisini verða gagnnýtt mest møguligt.

Nýggir bygningar skulu hava so lítla orkunýtslu sum gjørligt, hetta verður hugsað inn í allar byggiverkætlanir heilt frá byrjan - og skal vera partur av útbjóðingartilfarinum.

Tórshavnar kommuna ger eitt stórt arbeiði at minka um sítt útlát frá bygningum, gøtuljósum og flutningi. Nevnast kann, at umleið fjóðringur av gøtuljósunum eru skift út við LED, og at hetta arbeiðið skal vera liðugt í 2027. Vit skifta um 1100 ljós um árið.

Vit royna í løtuni eisini at leggja um frá olju til grønar orkukeldur innan flutning í kommununi. Vit leggja um til elbilar. Viðvíkjandi Bussleiðini kanna vit møguleikarnar at seta krav um, at veitararnir leggja um til el og/ella vetni. Her verður komið við eini tilráðing rættiliga skjótt.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo